24.FO
Home Fólk & Samfelag Góð undirtøka til verkstovuna Kveik Ung – Stuðla Ungum

Góð undirtøka til verkstovuna Kveik Ung – Stuðla Ungum

Fólkaheilsuráðið

Verkstovan “Kveik Ung – Stuðla Ungum”, var í gjár hildin fyri fyrstu ferð í Føroyum. Góð undirtøka var og heili 28 luttakarar vóru á verkstovuni.

Hetta er ein liður í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum nú er farin í gongd við átakið “Kveik Ung”, sum hevur til endamáls at geva ungum millum 16-25 ár møguleika til at luttaka á verkstovu, har tey kunnu gerast “Ungdóms kveikjari” og fáa førleikar og størri vitan um sálarliga heilsu.

“Kveik Ung – Stuðla Ungum” er ein rættiliga nýggj verkstova og er íkomin í Avstralia, tí eftirspurningur hevur verið eftir, at tey, ið hava samband við ung dagliga, eisini fáa størri vitan og førleikar til at tosa við tey ungu um góða sálarliga heilsu. Endamálið við verkstovuni “Kveik Ung – Stuðla Ungum” er tískil at førleikamenna tey, sum hava samband við ung, soleiðis at tey fáa amboð, sum kunnu brúkast til at stuðla Ungdóms Kveikjarum og eggja øðrum ungum at gerast meira virkin í sálarliga heilsufremjandi virksemi. “Kveik Ung – Stuðla Ungum” verkstovan er fyri t.d. lærarar, lestrarvegleiðarar, ungdómsráðgevar og foreldur.

“Tað var fantastiskt at síggja, at so nógv fólk frá so nógvum ymiskum økjum í samfelagnum; lærarar, heilsustarvsfólk, fólk frá ítróttarfeløgum og ungdómsvirksemi o.s.fr. hava áhuga fyri at stuðla ungum at gera nakað gott fyri teirra sálarligu heilsu” sigur Darci Miller, stigtakari til Kveik Ung úr Avstralia, ið hevur staðið fyri tveimum Kveik Ung verkstovum í Føroyum hesa vikuna.

Fólk lótu væl at verkstovuni

“Afturboðanirnar hava verið sera góðar og fleiri nevndu, at tørvur er á hesum í samfelagnum og hildu at boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu var áhugaverdur og væntandi koma at brúka boðskapin í teirra arbeiði” sigur Darci Miller.

Onkur luttakari segði seg ætla at taka stig til at byrja ein nýggjan ungdómsbólk fyri ungar dreingir, og ein annar luttakari segði, at hetta vóru amboð, sum eru løtt at brúka.

Verkstovan verður væntandi aftur, so fleiri fáa møguleika at luttaka á verkstovuni framyvir.

Fólkaheilsuráðið

- Advertisment -

Most Popular

SUMMAR VIÐ TJÓÐSAVNINUM

Tjóðsavnið hevur sett saman eina røð av spennandi upplivingartúrum í summar. Túrarnir venda sær til bæði børn og vaksin, sum vilja uppliva okkurt øðrvísi...

Fiskaaling, Tari og Hiddenfjord í týskum sjónvarpi

Arte TV, sum er knýtt at kenda týska tíðarritinum Der Spiegel, hevur framleitt eina sjónvarpssending Føroysk taraframleiðsla er partur av heimildarfilmi, sum týska Arte TV,...

Nú verður summar í havn

Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar. Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann...

Fregnartanastan hjá verjuni sigur at danskir stovnar og fyritøkur er í vand fyri njósning á netinum

Les fragreiðingina her frá donsku fregnartænastuni hjá verjuni. Hóttanarmeting frá CFCS fyri 2020 Center for Sybersikkerhed Forsvarets Eterretningstjeneste vurderer, at danske myndigheder og virksomheder er truet...

Seneste kommentarer