Home Fólk & Samfelag Skattauppgerðin 2018 hjá A-skattgjaldarum er komin

Skattauppgerðin 2018 hjá A-skattgjaldarum er komin

by OML

Uppgerðin sæst longu í Borgaraglugganum og í Mínboks. Seinni í vikuni liggur hon í postkassanum hjá teimum, sum ikki nýta hesar tænastur.

Tølini vísa, at uppgerðin passar hjá 19.715 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar.

Tølini siga eisini, at 18.392 borgarar hava goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Í alt er talan um 51.530.123 krónur. Tey, sum hava goldið ov lítið, eru 1.935 í tali, og hesi fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. Hann er til samans 5.454.212 krónur.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.

Borgarar skulu kanna, um skattauppgerðin er røtt
Eru feilir í, ella mangla upplýsingar, so skal ein lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. So ger TAKS nýggja uppgerð. Lættast er at lata sjálvuppgávuna inn á Borgaraglugganum.

Er uppgerðin røtt, skal ein einki gera.

B-skattgjaldarar fáa bræv um at lata inn sjálvuppgávu
B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skattauppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu. Brævið verður sent í Mínboks ella við posti til teirra, sum ikki nýta Mínboks. Tá sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. Í alt er talan um 6.902 borgarar, sum skulu lata inn sjálvuppgávu. Eisini hjá hesum er lættast at lata inn á Borgaraglugganum.

Hagtølini fyri skattauppgerðirnar fyri 2017 síggjast her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.