Home Fólk & Samfelag Landsstýrið latið Løgtinginum lógaruppskot um bústaðapakka

Landsstýrið latið Løgtinginum lógaruppskot um bústaðapakka

by OML

Landsstýriskvinnurnar Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen hava latið Løgtinginum lógaruppskotini í bústaðapakkanum hjá landsstýrinum.

Uppskotini hava verið til ummælis. Ummælisfreistin var síðst í januar, og nú er klárt at lata Løgtinginum uppskotini.

Landsstýrið ásannar, at stórar avbjóðingar eru á føroyska bústaðamarknaðinum.

Landsstýrið hevur tí arbeitt við einum bústaðapakka við ymiskum átøkum, sum ætlandi fara at bøta um støðuna á bústaðamarknaðinum og minka um trotið á bústøðum, ið serliga stóri fólkavøksturin seinastu árini hevur havt við sær.

“Bústaðartørvurin er stórur, og fleiri bústaðir eru fyritreyt fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa fleiri at leiga út mongu tøku fermetrarnar kring landið til langtíðarleigu. Eisini er  neyðugt at økja útboðið við at Bústaðir byggja 200 leiguíbúðir afturat teimum 400, sum eru í gongd. Bústaðarátøkini fara samanlagt at økja talið av leigubústøðum í Føroyum munandi” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Bústaðatrotið er ein tann mest átrokandi avbjóðingin í løtuni. Ein meting er, at okkum tørvar í alt 600 bústaðir afturat teimum, sum longu eru í gerð ella eru um at vera lidnir. Tað almenna átekur sær við teimum 200 framskundaðu bústøðunum ein triðing av samlaða tørvinum.

Bústaðir fara í tøttum samstarvi við privat og kommunur at standa fyri at byggja tær yvir 200 almennu leiguíbúðirnar komandi árini. Hesar íbúðir koma afturat teimum góðu 400 bústøðunum, sum Bústaðir longu eru í ferð við at byggja. Teir 200 framskundaðu bústaðirnar eru eitt av høvuðsmálunum í bústaðarátøkunum hjá landsstýrinum.

Bústaðapakkin fevnir tó eisini um onnur, meira langskygd átøk. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í bústaðamálum, fegnast millum annað um, at kommunurnar nú fáa betri møguleikar at seta á stovn eldrabústaðir.

“Á henda hátt fáa kommunurnar møguleika at slóða fyri einum nýggjum bústaðamynstri, har yngru ættarliðini, sum hava tørv á fleiri fermetrum, kunnu yvirtaka teir størru bústaðirnar,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum.

Við bústaðapakkanum verður leigulógin harafturat tillagað. Endamálið við broytingunum er at tryggja ein betur skipaðan leigumarknað, og at útboðið av leigubústøðum kring landið skjótast gjørligt verður økt.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.