Stovnsmeting av toski illa egna til at áseta framtíðar veiðu

Skriva hevur Eivind Jacobsen

0
69
Savnsmynd 24.fo

VPA modelli, brúkt verður til Stovnsmetingar, er illa egna, tí meginparturin av toski verður fiskaður sum 2-4 ára gamal og ráðgevingin hjá fiskifrøðini verður tí altíð fleiri ár ov sein

Havstovan og ICES brúka eitt modell til at rokna hvussu stórur toskastovnurin er. Hetta modell verður kalla VPA og er umleið 60-70 ára gamalt. Hetta modell tekur nærum bara støði í tí tali av fiski vit fiska. 95% av grundarlagnum undir stovnsmetingini og ásetingini av Mest-Loyvdu-Veiðu er tað avreitt verður.[i]

VPA modelli hevur sínar avmarkingar. Men út frá hesum modelli verður MSY ella Maximum sustainable yield ásett. Á føroyskum eitur tað MLV og Mest Loyvda Veiða.

Ein kendur granskari segði í 2013

MLV bæði fremur (“upphevjar”) og grundfestir (“institutionaliserar”) ránsveiði (“girnd”, “kradd”). Tað (altso MLV) er fullkomið dømi um falsvísindi uttan botn í verkligum royndum og haldgóðum ástøði. Sum stevnumið fyri umsiting av fiskiveiði ella enntá sum akker fyri sonevndum “referansupunktum” (“ýtum” :-), røkkur tað (MLV) als ikki til, men elvir til tvørrandi lønsemi og enntá til samanbrot (kollaps) í fiskiveiði. [ii]

Fiskifrøðin dugir at skriva søgu, men er illa útgjørd at spáa um framtíðina

Trupulleikin við verðandi stovnsmeting er, at hon tekur ikki hædd fyri at umstøðurnar broytast hvørt ár og upplýsingar eru ikki tøkar fyrr enn 1-2 ár aftaná og onkuntíð uppaftur seinni. Tá er dagsins støða nógv broytt og onnur viðurskifti galdandi. Tað broytist so ofta og so skjótt at gomul tøl kunnu ikki siga okkum nakað um støðuna í dag. Tí er eisini trupult at brúka gomul tøl til at meta frameftir.

Til ber at siga at fiskifrøðingar hava amboð til at skriva søgu. Men teir eru illa útgjørdir at spáa um framtíðina.

¾ av øllum toski verða fiskaðir sum 2-4 ára gamlir

Sum talvan aftast í greinini vísur, so er fiskiskapurin soleiðis at 77% av fiskinum er veiddur tá hann er 2-4 ára gamal og 87% av fiski í tali er veiddur tá hann er 2-5 ára gamal.[iii]

Tað eru tvær orsøkir til at brúkti hátturin at gera stovnsmetingar ikki kann brúkast til at áseta veiðuna. Hesir eru

  1. Veiðan frá ár til ár broytist sera nógv.
  2. Næstan alt vit fiska er fiska tá fiskurin er 4 ára gamal.

Tá árið er liðugt vita vit, hvussu nógv vit hava fiska av 2 ára gomlum og tá byrjar ár 3 og tað fiska vit um várið. T.v.s. at stórur partur av tí 3 ára gamla er fiska, áðrenn hagtølini eru upptald fyri  2 ára gamla fiskin. Stovnsmetingin hjá ICES er altíð almenn í juni.

 

Komandi grein

Næstu greinarnar, sum verða klárar um eina viku verða um at goyma fiskin í sjónum og at hvat hagtølini siga okkum um at ovurveiðu og minkandi toskastovn. Er tað tí vit fiska ella er tað náttúran sum avgerð.

Tað verður ofta tosa um tað loysir seg at goyma fiskin í sjónum. Tað er greitt, at tað er nærliggjandi at hugsa at tað er betri at lata fiskin vaksa seg størri. VPA modelli sigur at fiskur kann goymast í sjónum. Men hagtølini geva ábendingar um tað mótsætta.

Tosa verður ofta um ovurveiðu og niðurfisking av fiskastovnunum. Men tað eg hava kanna higartil, so finnast ongi prógv í hagtølunum, sum vísa ella geva ábending um at vit nakrantíð hava niðurfiska toskastovnin.

Hagtølini yvir tilgongd og stovnstødd vísa púra greitt, at tá stovnurin er stórur, so er tilgongdin lítil. Tað saman við øðrum hagtølum ger, at tað er rímuliga stór matematisk vissa fyri at tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum. Somuleiðis ber eisini til við rættuliga stórari matematiskari vissu at siga, at vit ongantíð hava niðurfiska stovnin. Arbeiðið við hesum er ávegis og ikki komið á mál. Tí skal rættuliga stór matematisk vissa skiljast, sum at tað kann henda at fyribils ábendingar og niðurstøður kunnu broytast.

Harumframt vísa hagtølini eisini at tað bara er undir Føroyum við fiskidagaskipan at fiska eru eins nógv tons sum tað var áðrenn vit og onnur lond fingu kvotur og avmarkingar. Vit hava gjørt tað 2 ferðir og 2018/19 hevði verið triðju ferð, høvdu vit havt skip og bátar, sum sleppa at fiska. Ongin sum hevur kvotaskipan hevur nakrantíð fiska meira enn 67% av tí fiska bleiv tá tað var best.

Tó er greitt, at stongd økir, daganiðurskurður og tað at vit í løtuni hava ov fá skip/bátar viðførur at nógv minni verður avreitt enn tað annars hevði verið. Sum veiðan hevur verið í heyst og í ár, áttu vit at fiska 35-40.000 tons av toski frá august 2018 til august 2019.

Mín hypotesa sigur, at tað eru stovnsmetingar og VPA modelli, sum eru orsøkin til at onnur lond bert fiska 67% av tí tey fyrr fiskaðu. Mett verður at tað ber til matematist at prógva hví so er. Tað er í løtuni ein hypotesa, sum krevur nakað av arbeiði.

Mett verður at til ber at prógva at fiskidagaskipanin gevur nógv meira fisk enn ein kvotaskipan.

Strendur 23/2-2019

Eivind Jacobsen

 

P.S. Greinin er partur av granskingarætlan

Undirritaði hevur fingið ávísan stuðul til at granska í fiskiskapi eftir toski og upsa. Tíverri havi eg ikki fingið almennan stuðul til hesa gransking. Fyrireika er sjálvandi í farnum árum, men arbeiðið er júst byrja. Rokna verður við at kunna ávísa at tað ber til at fáa meira burtur úr fiskastovnunum enn vit higartil hava fingið. Ábendingar eru um at stovnsmetingar kunnu gerast betri enn tær eru í dag. Ábendingar eru um at tað í flestu førum er óneyðugt er at stongja økir. Ábendingar verða kannaðar og rokna verður við at kanningarnarúrslitið fer at ávísa um ábendingarnar eru sannlíkar ella ikki. Frágreiðing verður gjørd í november. Rokna verður við at tann frágreiðingin leggur upp til at halda áfram. Samstarva verður í ávísan minni mun við ymiskar serfrøðingar uttanlanda. Hagtøl brúkt verða eru frá Havstovuni og ICES. Vit eiga nógv hagtøl í Føroyum. Vit eiga eisini sera nógvar fiskimenn, sum vita óalmindilga nógv. Matematiskir formlar, nógvar upplýsingar og opið sinnið gera tað møguligt at brúka data til niðurstøður heldur enn at tilpassa data til tað úrslit ein vil hava.

 

 

[i] Í Sjóvarmál 2017 síðu 4-14 er væl greitt frá hesum. http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=700&Itemid=350

 

[ii] Leysliga umsett úr grein hjá  S. Holt frá 2013

 

[iii] Talva 1: Her sæst at 1984-1986 fiska vit 4396+9484+8462=22342 fiskar og í alt fiskaðu vit tí 22.342 x 100 / 28978 = 77% í tali av fiskunum vit fiskaðu tilsamans úr hesum árgangi. Fyri 1984-1986 er talið 87%

Ár Fiska stk Stovnsstødd Náttúrligur Stovnsstødd Náttúrligur
av stovni Ultimo Aldur deyði í tali primo deyði í %
1992- 35 10+ 8.8 43.8 20%
1991 52 43.8 9 23.9 119.7 20%
1990 291 119.7 8 102.7 513.4 20%
1989 997 513.4 7 377.6 1887.9 20%
1988 2178 1887.9 6 1016.5 5082.4 20%
1987 3083 5082.4 5 2041.4 10206.8 20%
1986 8462 10206.8 4 4667.2 23336.0 20%
1985 9484 23336.0 3 8205.0 41025.0 20%
1984 4396 41025.0 2 11355.2 56776.2 20%
Í alt fyri alt tíðarskeiðið 28978 27798.2