Home Fólk & SamfelagPolitikkur Føroyar framá aftur  !

Føroyar framá aftur  !

by OML

Um veljarakanningarnar í síðstuni eru eftirfarandi, so stendur fólkaflokkurin til at fáa eitt gott val.  Hetta eru tó bara veljarakanningar, og skulu tí takast við størsta fyrivarni. Tað er tí sera sera umráðandi, at allar borgarligar kreftir standa saman um fólkaflokkin,  so hann eftir komandi løgtingsval stendur so mikið sterkur, at tað ikki sleppst uttanum hann.

Tað hevur ongantíð verið so umráðandi, sum júst nú at sláa ring um borgarligu virðini og  seta ein sterkan Fólkaflokk á ting. Socialistiska herferðin hjá sitandi samgongu móti okkara  høvuðsvinnu má steðgast. Alivinnan verður allarhelst næst á listanum.

Tað er avgerandi neyðugt hjá eini fiskivinnutjóð, sum Føroyar ,   at hava eina sterka frælsa vinnu í tryggum kørmum. Eina vinnu, sum kann  tjena nógvan pening til sín sjálvs og til tað føroyska samfelagið. Einans soleiðis fáa vit ein sunnan  náttúrligan búskaparvøkstur, sum seyrar út í alt samfelagið.

Føroyingar blivnir eftirbátur

Føroyar eru longu sigldar afturút á fiskivinnuøkinum. Øll londini rundan um okkum byggja nýggj supermodernaði  skip og selja føroyingum tey gomlu. Grønlendarar byggja nýggjan trolara fyri 300 mill. kr. og eitt systurskip verður latið grønlendingum seinni í ár.  Teir hava latið fleiri nýggj skip bygt seinastu tíðina og fleiri eru í gerð.

Norrmenn byggja somuleiðis spildurnýggj supermodernaði skip. Hetta er fantastiskt og tað gleðir okkum. Í Føroyum er støðan tíverri ikki eins góð. Her køvir sitandi samgonga allan framburð við sínum sosialistiska politikki. Trúgvi at granntjóðirnar flenna eftir okkum. Her má broyting koma í áðrenn vit aftur enda  í 8-mannaførum og sluppungum.

Allar neyðugar stórar  broytingar mugu í framtíðini gerast í  tøttum samstarvi við vinnuna, sum hevur skil fyri tí. Tætt samstarv við  manningarfeløg, fakfeløg, reiðarar og aðrar partar er neyðugt. Vit hava tíverri sæð tað beint øvugta.  Samgongan við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á odda hevur lagt skattir, avgjøld og uppboðssølu á   fiskivinnuna, hóast nógvar og sterkar ávaringar. Tí kunnu reiðaríini ikki byggja trolarar fyri 300 mill. sum grønlendarar normenn  gera. Her er alt óvist.

Avgjøld/skattir,  sum ístaðin kundu  farið til viðlíkahald, nýíløgur,  menning og lagt lunnar undir nýggj arbeiðspláss fara ístaðin í landskassan til alment oyðsl.  Úrslitið kenna øll.

Vanligi lønmóttakarin ongan ágóða

Hevði vanligi løntakarin fingið ágóðan av milliónunum, sum verða tiknar frá fiskivinnuni, so kundi eg sæð eina góða meingin við tí, tí eg ynski at vanligi lønmóttakarin fær tað lættari.   Tað fær hann tíverri ikki, og tað vil Fólkaflokkurin gera nakað við. Virðini skulu seyra út í hvønn krók í landinum, inn í hvørja stovu.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.