Føroyskt mál nýtt í BEC svikið

0
116
Mynd frá: Rigspolitiet

Frá Politinum í Føroyum

Tekniska kanningareindin hjá Føroya Politi vil enn einaferð varpa ljós á sokallað BEC-svik. BEC stendur fyri Business Email Compromise og, sum navnið sigur, so gongur svikið fyri seg ígjøgnum teldupost.

Cyber Crime

Mynd: Ukendt

Seinasta árið er hátturin, sum BEC-svik verður framt uppá, broyttur ógvuliga nógv og er blivin nógvar ferðir meir framkomin.

Áður var vanligi framferðarhátturin, at  bókhaldarin í eini fyritøku móttók ein teldupost frá onkrum, sum segði seg at verða stjórin, og bað bókhaldaran um at flyta eina peningaupphædd uttanlanda. Hesin ógvuliga einkli framferðarhátturin gjørdi, at tað einans fáar ferðir eydnaðist brotsmonnunum at snýta fyritøkurnar.

Síðan eru brotsmenninir byrjaðir at hacka teldupostar hjá fyritøkum, fyri síðan at fremja BEC-svik. Hetta hevur gjørt tað nógvar ferðir torførari at varnast svikið, og fleiri føroyskar fyritøkur hava eisini mist stórar peningaupphæddir av hesum.
Fyri nøkrum døgum síðan bleiv framferðarhátturin enn meir framkomin. Føroya Politi móttók fyri fyrstu ferð nakrantíð eitt mál um BEC-svik, har føroyskt mál var brúkt.

Ein teldupostur, skrivaður á føroyskum, varð sendur til ein banka í Føroyum við umbøn um at flyta pening til eina útlendska konto. Avsendarin var ein fyritøka í Føroyum, hvørs teldupostadressa er blivin hackað.

Tað føroyska málið í teldupostinum var ógvuliga sannførandi og málsliga rætt. Har var onkur málsligur feilur, sum eisini sæst í flest øðrum teldupostum.

Í Føroyum hava vit leingi havt tað hugsan, at føroyska málið gevur okkum góða verju ímóti BEC-svikið. Hetta seinasta dømi vísir tó, at hendan verjan ikki er góð meir. Tað er tí umráðandi, at ein altíð er árvakin og heldur eftirkannar upplýsingarnar í teldupostinum einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114