ABC toymið telur nú 20 samstarvsfelagar

0
126

Toymið í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hevur verið støðugt vaksandi seinastu tíðina. Ergoterapeutfelagið og Barna- og ungdómspsykiatriska toymið blivu fyri stuttum partur av verkætlanini. Nú kann Fólkaheilsuráðið avdúka, at eisini Fysioterapeutfelag Føroya, hevur tikið stig til at vera við.


“Vit hava nú ein sera breiðan skara av samstarvsfeløgum í verkætlanini hjá okkum, og tað er ómetaliga gott. Hetta hevur m.a. við sær, at fleiri og fleiri møguleikar eru hjá ymisku feløgunum, stovnunum og kommununum at samstarva. Nýggj samstørv kunnu skapa nýggj og spennandi átøk, sum kunnu gagna borgarunum so spennandi verður at síggja, um nýggj samstørv spretta bæði innanhýsis í ABC toyminum og uttanhýsis í 2019” sigur Monika Mohr, ABC verkætlanarleiðari í Fólkaheilsuráðnum. ABC toymið fevnir nú um 20 ymisk feløg, stovnar og kommunur kring alt landið og Fólkaheilsuráðið fegnast um vaksandi áhugan fyri verkætlanini.

Fysioterapeutfelag Føroya sigur soleiðis um teirra nýggja leiklut í verkætlanini: “Fysioterapeutfelag Føroya gleðist um at gerast ein partur av samstarvinum ABC fyri sálarliga heilsu. Vit meta, at eins og kropslig heilsa hevur týdning fyri at menniskju hava ein virknan og sjálvstøðugan gerandisdag, so hevur sálarlig heilsa stóran týdning fyri, at menniskju kunna verða virkin, bæði sum einstaklingar og sum ein partur av samfelagnum.”

Fysioterapeutfelag Føroya viðurkennir sostatt tað, sum Fólkaheilsuráðið strembar eftir, nevniliga at tað hevur líka stóran týdning at leggja dent á sálarliga heilsuna eins og kropsligu heilsuna, eisini tá tað viðvíkur ein virknan og sjálvstøðugan gerandisdag. Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum heldur, at tað er gott, at Fysioterapeutfelag Føroya er blivið partur av verkætlanini og vónar, at fleiri leggjast afturat.

Fólkaheilsuráðið