Home VinnutíðindiFiskivinna Fiskifrøði og gransking

Fiskifrøði og gransking

by OML

Søgnin siður, at síðani fyrstu fólkini búsettust her á landi, hava tað altíð veri ójøvn ár til fiskiskap. Um tíðir við fiskaloysi og aðrar tíðir við rokfiskaríi. Seinastu 400 árini er eisini nógv skriva um tað.

Søgan sigur eisini, at fólk lógu deyð niðri í fjøruni, við tarablaði í munninum

Í 17indi øld, tá Føroyingar bert høvdu 4 og 6 mannafør og  royndi við teini, var stovnsrøktin góð, tá bleiv toskurin eisini ofta vekk, í nógv ár, tað var ikki tí, at stovnarnir ikki vóru gott røktir, tað hevði ikki verði betri tá, um fiskifrøðingar vóru við teirra ráðgeving.

Tá í tíðini, komu skip ikki til Føroyar, við mati hvørja viku, so tá fugla og fiski veiða sviku, og einans landbrúkið var,  merktist tað skjótt, ofta vóru ringir vetrar, tá sveik tað eisini.

Men tað var áðrenn gandaorðini, stovnsrøkt og burðardygg veiða vóru til.

Nú eru 12 ár síðani eg gavst at sigla, men eg tosi og spyrji ofta fiskimenn, um ymist, og havi spurt, teir hava fingið tosk, við steinum í maganum onkuntíð fáa teir onkran hendinga tosk, við steinum í maganum. Men tá toskurin ferðast nógv, eru heilt nógvir sum hava steinum í maganum, sum í mitt í 90inum og 2017 og 18

15.04.1994, fór Vesturfarið royndartúr N W úr Mýlingi. Teir vóru einasti trolbátur sum var úti tá, hinir lógu allir inni vegna fiskaloysi.

Vesturfarið fiskaðu í 1½ døgn 18,5 tons av góðum toski. Royggi á toskinum var myrkt. Tað var ringt at kryvja, av tí at nakað av smásteinum vóru í maganum á fiskinum. Eina viku seinni vóru ongir smásteinar í maganum. Tað er gomul vitan, at tá ið toskur hevur steinar í maganum, er hann komin úr dýpinum ella áðrenn hann ferð av grunninum.

Torfinn Thomsen Havi skilt at tað eru tvær orsøkir at steinar eru í maganum á torski,og tær eru tá torskur kemur upp á grunni,úr dýpi,og tá hann fer út av grunni og niður í dýpi.Minnist eitt árið,kanska 1996 ella 1997,við fiskaðu við línu fyrrapartin um summari vestan fyri Suðuroy uml. 1-2 fj. frá landið.Fiskaríði var gott í fleiri dagar,uml.tríhundra pund uppá stampun,sum var eini 350 húkar á stampinum.So ein dagin við drógu, kom nógvur smásteinar úr kjaftinum á torskinum,hettar var uppí einar 3-4 pøsir av gróti,steinarnir vóru uml.1 til 3cm.í stødd.Dagin eftur hettar,drógu vit línu nøkulunda í sama stað,tá var allur fiskurin næstan horvin,eini 30-40 pund uppá stampin,tað var alt.Hví línufiskurin hvarv tað summari veit eg ikki,man meinti tá at fiskurin var byrjaður at taka grót inn,fyri at ferðast út á djúpari sjógv,tí var hann horvin dagin eftur,av teimum leiðum, har vit vanliga royndu.

Bátar úr Eystur bygdunum, hava altíð ró út norður ella Vestur eftir, tí bestu fiskileiðirnar hava altíð veri norðan og vestanfyri, onkutíð hava bátar aðrastaðni frá, landa í Sørvági ella Vestmanna  og egndir stampar eru koyrdir  til bátarnar, úr Eysturoynni, og aðrastaðni frá, so blivu, teir óengdu stamparnir, koyrdir aftur, til heim bygdina, at egnast.

Í gýtingartíðini hava Suðuroyingar, og aðrir oftani róð út, við snellu frá Eiði, fyrr róðu teir eisini út frá Oyndarfirði, um summari hava fleiri av teimum, eisini ró út frá Sørvági. Tað bleiv eisini gjørt áðrenn, nøkur fiskileið bleiv stongd.

Hetta er  gomul vitan, sum Føroyingar hava uppbygt sær ígjøgnum 1.000 ár

Tá fiskifrøðin byrjaði, og ICES kom fyri gott 100 árum síðani, bygdi fiskifrøðin seg upp, frá vitan frá fiskimonnum, nú er tað mesta inni á skrivstovuni, og ov lítið uppá veruleikan.

Fyri nøkrum árum síðani, gjørdu granskarar, úr fleiri londum kanningar, sum vístu, at minni av toski er eystanfyri,  enn Norðan og vestanfyri, úrsliti teir kommu til, var at eystanfyri vóru ongar stongdar fiskileiðir,  tí var minni av toski har, og komu teir, við eini frágreiðing um tað.

Seinast í 80inum blivu  liviumstøðurnar hjá  fiskurin blivu so ringar, at hann fór aðrastaðni at leita eftir føði, eftir tað blivu liviumstøðurnar hjá Føroyingum eisini so ringar, at 12% av fólkunum av landinum, fyri at finna, betri livi umstøður.

Teir  flestu fiskimenn, eru einigir við fiskifrøðinginum í , at fiskur kemur aftur, at gýta har hann sjálvur er gýtir. Tað gerð Føroyski toskurin eisini, men nógv av toskinum, fer út aftur av grunninum aftaná gýting

Nú hendur tað sama við toska og hýsustovninum sum hendi mitt í 90inum

Toska fiskaríi er 3-4 falda eftir 3 árum, hjá snellu og trolbátum og eftir 2 mánaðum hjá línuflotanum.

Tað var so ónatúrliga nógvur smáfiskur, runt um allar oyggjarnar í 2010 og 11 tað vóru 2 árgangir, so nógv av innaru leiðinum, bleiv stongt, men allur fiskurin bleiv vekk, eftir eitt langt liggjandi illveður, seint í 2011.

Eftir aldrinum á toskinum, sum kom inn at gýta í vár, passar aldurin væl við, tann fiskin sum bleiv vekk tá.

https://logir.fo/Kunngerd/94-fra-04-07-2011-fra-tidaravmarkadar-fridingar-av-avisum-smafiskaleidum-vm-sum-seinast-broytt-vid

Fiskifrøðingarnir  koma ikki við nakrari frágreiðing, um hvar toskurin fór tá, og hvar, hann er komin frá nú, men frøðingarnir vilja ikki viðganga, at teir, hava tikið feil, við stovnsmetingunum.

 

Eg og fleiri onnur, hava eisini gjørt vart við, fiski útgerðina hjá útgerðina hjá Magnus Heinason og ljóðroyndir eru ongantíð eru gjørdar.

 

Á Føroya banka er grunt, og óljóð ávirkar fisk, mest á grunnum vatni, toskurin á Føroya banka, er stórur og svimur skjótt, og ongin veit, um útgerðin hjá Magnusi fiskar nakað.

 

Fiskifrøðingar hava betri møguleika og útgerð, at kanna ymist og gerða nógvar royndir, sum fiskimenn ikki kunna gerða, men alt má takast við.

 

Eg veit, at Havstovan hevur gjørt royndir, við at merkja tosk, og fingið nógv fiska merkir aftur, men hava teir gjørt royndirnar í tíðarskeiðum, tá toskurin ferðast.

 

Um fólk skullu trúgva granskarum, at allur toskurin á Føroyagrunninum er støðufastur, máa teir koma við eini frágreiðing, um hví fiskaloysi ofta var fyrr.

 

Teir kunnu ikki bara siga, at meira fiskur norðan og vestanfyri, tí leiðirnar hava veri stongdar í fleiri ár, uttan at kanna hvussu var, áðrenn leiðirnar vóru friðaðar.

 

Granskarar kunnu ikki, gerða royndir við einum skipi, tá ivamál eru, um royndirnar eru álítandi, tá eiga og máa teir, hava eitt annað skip, at samanbera við, áðrenn teir koma við eini frágreiðing.

 

Granskarar granska víðari  í nógv ár og flyta seg, so hvørt sum nýggj vitan kemur.

 

Granskarar kunnu ikki, vera so tvørur, og bara siga, at eg havi gjørt mínar royndir, og eg havi rætt. Tá stoppar øll gransking upp.

 

Í onkrum miðlum, sleppa granskarar framat, við sínari meining, uttan miðla fólkini, seta ein spurning við nakað

 

 

15 11 2018

Eyðun Hansen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.