Home Fólk & Samfelag Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum – semja við Føroya skipara og navigatørfelag

Tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum – semja við Føroya skipara og navigatørfelag

by OML

Semja er í dag undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Føroya skipara og navigatørfelag um navigatørar við Strandfaraskipum Landsins fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.

Eftirlønin hækkar frá 11% til 13% og lønin hækkar 0,5% tann 1. oktober 2017. Tann 1. oktober 2018 verða broytingar gjørdar í lønartalvuna.

Umframt lønarhækkingar og broytingar av lønartalvum eru ymiskar broytingar gjørdar í sáttmálunum, m.a. nýggjar ásetingar um barsil, viðvíkjandi dokking uttanlanda og skipan fyri navigatørar uttan gildugt vinnubræv.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.