Home Fólk & Samfelag Krúnprinsafamiljan til Føroya: Úr Havn til Klaksvíkar og so til Hattarvíkar

Krúnprinsafamiljan til Føroya: Úr Havn til Klaksvíkar og so til Hattarvíkar

by OML

Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa og børn teirra vitja Føroyar í komandi viku. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini, sum byrjar hósdagin tann 23.august.

“Tað eru 13 ár síðan, at danska krúnprinsaparið vitjaði seinast. Samstundis er hetta fyrstu ferð, at øll krúnprinsafamiljan er í Føroyum, so vit gleða okkum nógv at vísa teimum oyggjarnar. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og tí kann krúnprinsafamiljan gleða seg til nakrar spennandi dagar, sigur Aksel. V. Johannesen, løgmaður.

Á ferðini vitjar krúnprinsafamiljan í Havn, Klaksvík, Kirkju, Hattarvík, Mikladali, Runavík, Hvalvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, Sandavági og í Bø.

Krúnprinsafamiljan fer av landinum aftur seinnapartin sunnudagin 26.august.

Mynd: Hansara kongliga tign krúnprinsur og hennara kongliga tign krúnprinsessa í Føroyum í 2005. Dimmalætting eigur myndina

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.