Home Fólk & SamfelagPolitikkur Ein lygn kann sigast túsund ferðir men er framvegis lygn

Ein lygn kann sigast túsund ferðir men er framvegis lygn

by OML

Við Gunvá við Keldu sum dominerandi er fólkaflokkurin í Klaksvíkar býráð blivin ein flokkur, sum lítið og einki skapir sjálvur, men dugir best at peika og grenja um tað, sum onnur skulu gera ella ikki gera, og nú tað gongur væl hjá okkum í meirilutanum at byggja ein spennandi bý, ja so roynir býráðslimurin at flyta fokus yvir á landspolitikk og enntá at spreiða lygnir um undirritaða.

Í 30-40 ár hevur Klaksvíkar býráð til fánýtis roynt at byggja ein miðbý – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Í áratíggju hevur kommunan einki gjørt við íbúðabygging í Klaksvík – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Tað hevur leingi manglað ein satsing frá býráðnum upp á at skapa eitt býarumhvørvi við trivnaði í hásæti – tað gera vit nú, og tað gongur væl. Leingi hevur Klaksvíkar kommuna saknað eina tilflyting av yngri familjum – hana hava vit nú, og tað fegnast vit um. Samstundis hava vit eitt gott og tætt samstarv við vinnuna um framtøk, og hava nátt stórum málum – eitt av hesum er heimsins størsta smoltstøð, og fleiri onnur úrslit eru ávegis. Vit samstarva við landið um at fáa nýggjar borgaratænastur og arbeiðspláss til Klaksvíkar – og hava nátt úrslitum, og tað fegnast vit um.

 

Meðan vit hava arbeitt við og nátt hesum málum hevur ein flokkur í býráðnum sitið uttanfyri meirilutan, og í hesum flokki er tað serliga ein, sum hevur brúkt nógva tíð og orku uppá at grenjað og peikað. Tí má Gunvá við Keldu fara yvir í landspolitikk fyri at kasta við runu eftir mær, og eins og runan er skitin, so er hetta seinasta álopið tað ikki minni. Tað er hugstoytt at uppliva, men eg havi breiðan rygg, sum man fara at tola eisini hetta illsinnisglepsið.

 

Tá fólk lúgva um teg, er ikki so lætt at verja seg, tí ein lygn er ein lygn, men verður hon áhaldandi endurtikin, er vandi fyri, at fólk byrja at trúgva henni. Eg kann tí ikki annað enn upp á tað harðasta afturvísa, at eg ikki havi mótmælt fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýrinum. Tvørturímóti havi eg, bæði alment og í mínum politiska arbeiði, arbeitt hart ímóti fiskivinnuætlanunum hjá landsstýrinum, ja eg sleit enntá samgongusamráðingarnar við landsstýrisflokkarnar júst av hesi orsøk. Men hesin sannleikin hevur als ongan áhuga hjá Gunvá við Keldu, tí hon vil heldur spreiða lygnir og skapa ringa umrøðu av mínum persóni. Tað er eingin vøkur missión at hava, men tað er so hennara val, og tað harmar meg sera nógv.

 

Soleiðis er politikkur, siga tey, men eg vil so einki hava við slíkan politikk at gera. Og meðan hetta ljóta álopið verður gjørt á meg, fara vit framhaldandi at gera okkara ítarsta fyri at náa teimum mongu málum, sum vit í meirilutanum í Klaksvíkar býráð hava sett okkum fyri at náa, við at byggja ein miðbý, við íbúðabygging í Klaksvík, við ar skapa eitt býarumhvørvi við trivnaði í hásæti, við at skapa fortreytir fyri tilflyting av yngri familjum, við góðum og tøttum samstarvi við vinnuna um framtøk og nýggj arbeiðspláss, og við samstarvi við landið um at fáa nýggjar borgaratænastur og arbeiðspláss til Klaksvíkar.

 

So verður tað upp til borgaran at gera av, hvønn tey vilja hava at stýra býnum. Eg fari so framhaldandi at gera mítt allarbesta fyri hendan býin og hesa kommunu. Heldur enn áhaldandi at grenja og peika, vil eg heita á Gunvá við Keldu um at taka lógvatak saman við okkum.

 

Klaksvík, 6. august 2018

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.