Home Tíðindir Føroysk heimaframleiðsla og innflutt lambskjøt.

Føroysk heimaframleiðsla og innflutt lambskjøt.

by OML

Alment orðaskifti hevur seinastu dagarnar verið um eitt ítøkiligt dømi, har innflutt lambskjøt er ræsað og selt, sum føroysk heimaframleiðsla (sí faktaboks um heimaframleiðslu og útlendskt lambskjøt).

Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan umvegis miðlarnar varð gjørd varug við hesa sølu, setti Starvsstovan seg í samband við seljaran fyri at kanna málið nærri. Seljarin var gjørdur varugur við støðuna og síðani varð gjørt vart við, at tað bar til hjá honum at nýta føroyskt lambskjøt, har framleiðarin var skrásettur í Heimaframleiðsluskránni.

Kunngerðin um heimaframleiðslu tilskilar, at allir heimaframleiðarar skulu skráseta seg í
Heimaframleiðsluskránni. Skrásetingin hevur til endamáls at kunna tann einstaka brúkaran um hvaðani matvøran stavar. Hetta hevur týdning, tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur eftirlit við heimaframleiðslu.

Heimaframleiðsla:
Kunngerðin um heimaframleiðslu gevur skrásettum framleiðarum loyvi at selja
hesar føroysku vørur undir heitinum Heimaframleiðsla:

Seyður, neyt, heimafuglur, egg frá heimafugli, villini fuglur, hara, grønmeti og
frukt, bæði viðgjørt og óviðgjørt.

Harumframt tilskilar kunngerðin at loyvt er at framleiða heimaframleiðsluvørur úr
innfluttum svínakjøti og innfluttum pasteuriseraðum mjólkaúrdráttum, sum eru
virkaði á løggildum matvøruvirki uttanlands.

Kunngerðin loyvir ikki at innflutt lambskjøt verður ræsað í Føroyum og selt undir
heitinum Heimaframleiðsla.

Útlendskt lambskjøt:
Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera vart við, at útlendskt lambakjøt ið man ræsur
í Føroyum kann seljast eftir vanligu treytum um løggilding, men kann ikki seljast
sum heimaframleiðsla.

Starvsstovan vegleiðir fegin
Heilsufrøðiliga Starvsstovan harmast um støðuna, sum matseljarin er komin í. Vit vilja tí við hesum vísa á, at vit vegleiða fegin øllum, sum ætla at fara undir matvøruframleiðslu um galdandi reglar, herundir eisini um heimaframleiðslu.
Í ítøkiliga førinum var kunna um at til ber at nýta føroyskt framleitt lambskjøt, har framleiðarin var skrásettur í Heimaframleiðsluskránni.

Í dag er enn ein heimaframleiðari skrásettur, soleiðis at tað íalt eru 31 heimaframmleiðarar í Føroyum.

Meira kann annars lesast um heimaframleiðslu á okkara heimasíðu, www.hfs.fo.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.