Home Ymiskt Størri fólkavøkstur í yngru ættarliðunum enn í teim eldru

Størri fólkavøkstur í yngru ættarliðunum enn í teim eldru

by OML

Fyri nøkrum fáum árum síðani vendi tann skeiva gongdin í fólkatalinum til ein munandi fólkavøkstur. Samstundis vendi gongdin í aldurssamansetingini, tí síðani tá hevur verið størri vøkstur í teim yngru ættarliðunum enn í teim eldru.

Hetta kemur av eini broyting í flytingini millum Føroyar og útlond. Taka vit tíggju-ára skeiðið 2004-13 høvdu vit eina negativa nettoflyting, t.v.s. at fleiri fólk fluttu úr Føroyum enn til Føroya. Hesi árini høvdu vit tilsamans eina nettofráflyting upp á 2.600 fólk – í miðal minus 260 um árið. Men gongdin vendi um veturin 2013-14, so hesi knappliga fimm árini hava vit eina positiva nettoflyting á 350-400 um árið.

Bæði við tilflyting og fráflyting eru tað yngri fólk, ið flyta. So hesi árini 2004-2013 mistu vit burtur av teim yngru ættaraliðunum, meðan tey eldru ættarliðini hildu fram at veksa, so lutfallið millum yngru og eldru ættarliðini skeiklaðist. Hetta broyttist frá 2014, tí við teirri munandi nettotilflytingini vuksu nú eisini yngru ættarliðini – enntá so mikið, at tey nú veksa nakað meir enn tey eldru.

Hendan gongdin frá 2004 til nú sæst á strikumyndini niðanfyri.

Býta vit fólkið í umleið tveir líka stórar partar – tey sum eru yngri enn 40 ár, og tey sum eru 40 ár og eldri, sæst á strikumyndini omanfyri, og serliga á stabbamyndini niðanfyri, at tað er nakað størri vøkstur í yngra partinum av fólkinum, serstakliga hjá konufólkum, har tær yngru eru blivnar 839 fleiri hesi síðstu 4-5 árini, meðan tær eldru eru blivnar 553 fleiri. Hjá mannfólki er munurin minni, 705 móti 677.

Býta vit upp í fýra aldursbólkar, sum eisini er gjørt í stabbamyndini niðanfyri, sæst, at størsti vøksturin er í aldursbólkinum 20-39 ár. Tað er av teirri grund, at bæði tá tað snýr eg um tilflyting og fráflyting, so eru tað tey í 20-unum og fyrst í 30-unum, ið flyta nógv mest.

Í talvuni niðanfyri eru tølini útgreinað fyri tvey fimm-ára tíðarskeið, har tað gongur hvør sín veg: árini 2009-13, við nettofráflyting og minking í fólkatalinum, og 2014-18 við stórari nettotilflyting og vøkstur í fólkatalinum. Hóast 2018 bara fevnir um fimm teir fyrstu mánaðirnar, so bendir alt á, at bæði nettotilflytingin og fólkavøksturin í 2018 verður munandi størri enn í 2017.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.