Home Fólk & Samfelag Landsverk útbygt Føroyar í sjeyti ár.

Landsverk útbygt Føroyar í sjeyti ár.

by OML

ÁRSFRÁGREIÐING: Tá Landsverk varð sett á stovn fyri sjeyti árum síðani, var tað við einum greiðum málsetningi um at fáa gjørt eitt føroyskt infrakervi, sum kundi leggja lunnar undir eitt meira nýmótans samfelag. At Landsverk hevur megnað at loyst hesa uppgávu, og at málsetningurin er náddur, munnu fá ivast í longur. Millum annað hetta og mong onnur evni eru at lesa um í ársfrágreiðingini undir heitinum “Landsverk sjeyti”, sum júst er komin út.

Neyvan finst nakar stovnur í landinum, ið hevur havt størri ávirkan á útbyggingina og harvið menningina av føroyska samfelagnum hesi seinni mongu árini, enn júst Landsverk.

Stovnurin hevur júst givið út ársfrágreiðing fyri 2017-18, har millum annað hugt verður aftur á tey 70 árini, sum Landsverk hevur virkað í Føroyum, eins og greitt verður frá støðuni í dag, og hvussu sett verður út í kortið frameftir.

Grundleggjandi visjónin við Landsverki var at knýta saman allar landfastar bygdir í Føroyum, og meira afturat. Umframt at vera ráðleggingarstovnur var Landsverk í nógv ár eisini ein entreprenørstovnur. Hetta sæst týðiliga í tí, at stovnurin einaferð var arbeiðsgevari fyri umleið 600 fólkum, meðan tað í dag eru umleið 155 fólk í starvi, umroknað til fulltíðarstørv.

Landsverk er í dag fyrst og fremst ein vitanar- og serfrøðingastovnur við øllum teimum førleikum, sum uppbygdir eru ígjøgnum tíðina, har stovnurin fyrisitur og rekur uppgávur innan tey virkisøkir, ið stovnurin sjálvur hevur staðið fyri at byggja.

Tænasturnar hjá Landsverki taka støði í at umsita og menna landsins infrakervi, at vera almennur  byggiharri, og ein týdningarmikil veitari til vinnulívið við asfalti, gróti og skervi. Hetta er í høvuðsheitum tey trý beinini, sum stovnurin stendur á.

Landsverk er leyst av privatum áhugamálum, og sær tað sum sína skyldu og ikki minst ábyrgd at knýta landið saman á ein natúrligan hátt. Stovnurin tryggjar heildarmyndina, at tingini spæla saman ella hanga saman og er óheftur av lokalpolitiskum og øðrum áhugamálum.  Allar verkætlanir verða raðfestar hareftir. Seráhugamál mugu tískil ikki steðga yvirskipaðu málunum, ið tryggja heildina.

Ein týdningarmikil uppgáva hjá Landsverki er at vera frammanfyri, samstundis sum havast má í huga tað, ið liggur aftanfyri. Tað vil siga, at stovnurin hevur lært av tí, sum longu er gjørt, og byggir víðari á hetta frameftir. Landsverk tryggjar heildarmyndina og hevur sum endamál, at ALT samfelagið skal fáa meira burtur fíggjarligu orkuni, sum er til taks.

Lesið um hetta og nógv onnur áhugaverd evni í ársfrágreiðingini 2017-18 HER.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.