24.FO
Home Tíðindir Heim til børn og ung við autismu bjóðað út

Heim til børn og ung við autismu bjóðað út

ÚTBOÐ: Landsverk bjóðar út heildarráðgevingina í sambandi við “Heim fyri børn og ung við autismu”, sum skal byggjast við Kvíggjartún á Argjum.

Heimið verður umleið 1.000 fermetrar til víddar og skal hýsa seks búplássum, seks umlættingarplássum, eini virkniseind við upp til 15 brúkarum, og eini starvsfólkaeind.

Fólk við autismu eru sera ymisk og hava hvør sín serstakan tørv, sum heimið skal kunna rúma. Búfólkini skulu kenna seg væl í heimligum og tryggum umhvørvi. Somuleiðis skal heimið vera opið fyri heimabúgvandi børnum og ungum við autismu, har hesi koma á virkniseindina at gagnnýta ymsar hentleikar, sum eindin hevur at bjóða.

Freistin at lata inn tilboð er 18. juli klokkan 14.00.

Útbjóðingartilfarið kann heintast á hesi leinkju:
https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=nyrfmwwnkj

- Advertisment -

Most Popular

Føroyar og USA styrkja samstarvið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag havt fund við amerikanska uttanríkisráðharran Mike Pompeo. Undir fundinum fegnaðust teir um góðu...

Eldur í bili í tunnilinum

Í kvøld umleið klokkan 20.30 kom eldur í ein bil í var á veg gjøgnum tunnilin millum Árnafjørð og Klaksvík. Nógvur roykur er frá...

Kommunuætlan til hoyringar

Kommunuætlanin fyri Tórshavnar kommunu árini 2020-2035 er til hoyringar, og tað er hon til 10. august í ár. Uppskotið til kommunuætlan ber til at lesa...

Stigvís avvenjing gevur besta úrslitið

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísti at 18% av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga. Nógv, sum roykja, ynskja at leggja av. Men tað kann...

Seneste kommentarer