24.FO
Home Fólk & Samfelag Politikkur Ríkisfundur í Føroyum

Ríkisfundur í Føroyum

Árligi ríkisfundurin verður í ár í Føroyum í døgunum 11. og 12. juni, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Lars Løkke Rasmussen,  Kim Kielsen, og Aksel V. Johannesen fara at umrøða mál av felags áhuga.

Stjórnarleiðararnir við fylgi fara at vitja í Suðuroynni og Stóru Dímun. Farið verður til Suðuroyar við Smyrli mánamorgunin. Vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum. Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun.  Um kvøldið er løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Tórshavn.

Sjálvur ríkisfundurin verður við Leynavatn týsmorgunin 12. juni kl. 9.30, og tíðindafundur verður kl. 11.30. Grønlendsku og donsku gestirnir fara av landinum týsdagin seinnapart.

Fjølmiðlar kunnu venda sær til Rúna Rasmussen, telefon 551041, fyri at fáa meira at vita.

 

Løgmansskrivstovan.

- Advertisment -

Most Popular

Fótbóltur 5 umfær -talva inni á greinini

HB førir í Betri deildini nú 5 umfør eru leikt. NSÍ og KÍ og B36 hava øll 12 stig, meðan HB hevur 15 stig.føra...

Hjálparpakki 4 verður nú settur í verk!

Hjálp, hjálp og aftur hjálp! Jú føroyingar eru, hesar Koronamerktu dagar, gestir í einum veruligum hjápargildi, har vit sjálvi eru vertir. Higartil hevur fólkið í...

Varaleiðari

Vit søkja eftir einum varaleiðara 40 tíma viku. (møguleiki er fyri færri tímum) at byrja 10.august 2020 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er vanliga...

Rørsla í Føroyum

ÍSF og Fólkaheilsuráðið ætla at fáa føroyingar at røra seg, og røra tit tykkum nóg nógv, kunnu tit vinna eitt vikuskifti í Mykinesi, sum...

Seneste kommentarer