Home Heim & Frítíð ABC tiltøkini taka skap og byrja í mai

ABC tiltøkini taka skap og byrja í mai

by OML

Komandi ABC tiltøkini verða longu í mai. ABC verður t.d. partur av umhvørvisátakinum “Slóða fyri” í Klaksvíkar kommunu, møguliga partur av ruddingardegnum í Sunda kommunu, og Fólkaheilsuráðið skipar saman við Tórshavnar kommunu fyri einum stórum ABC tiltakið síðst í mai, ið eitur “Rørslufagnaður.

Fjórði ABC samstarvsfundur var í gjár, har Fólkaheilsuráðið kunnaði samstarvsfelagar um gongdina í ABC verkætlanini, og hvørjar ætlanir Fólkaheilsuráðið hevur fyri komandi tíðina. Samstarvsfelagarnir byrja nú í størri mun at taka ABC verkætlanina til sín og finna útav, hvussu teir ynskja at skapa karmar fyri virksemi, sum kann virka sálarliga heilsufremjandi. Eisini løgdu vit ætlanir fyri altjóða sálarheilsudagin, ið verður 10. oktober.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.