Á tingfundi hevur Løgtingið samtykt tvær lógir hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, sum fara at bøta munandi um bústaðarviðurskiftini hjá fólki við breki.
Talan er um at byggja tvey sambýli til fólk við menningartarni, og at byggja eitt búheim og umlættingarheim til børn og ung við autismu.
Tey bæði sambýlini til fólk við menningartarni fara at hava størri og smærri íbúðir til 18 fólk hvørt. Annað verður bygt í Klingruni í Hoyvík. Hitt verður bygt á Mýrini í Hoyvík, og kemur í staðin fyri verandi sambýlini har, sum verða tikin niður.
Sambýlini fara at geva góðar og tryggar karmar, sum styðja undir, at fólk við menningartarni kunnu nýta sínar førleikar og gerast so sjálvbjargin, sum møguligt. Karmarnir styðja undir, at tey kunnu liva eitt vanligt lív, har familja og vinfólk koma á vitjan, uttan at hetta skal órógva restina av teimum, ið tey búgva saman við.
Hin verkætlanin er ikki minni spennandi og átrokandi. Talan er um at byggja eitt búheim og eitt umlættingarheim til børn og ung við autismu. Heimið fer at hava 6 búplássi, 6 umlættingarpláss og eitt dagtilhald til áleið 16 børn og ung, sum fer at veita ymisk stuðulstilboð í gerandisdegnum.
Búheimið og umlættingarheimið til børn og ung við autismu verður bygt í Kvíggjartúni á Argjum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna er ómetaliga fegin um at lógaruppskotini eru samtykt.
“At vit nú kunnu fara at byggja nýggjar bústaðir, sum eru bygdir til endamálið, fer at geva hesum fólkum hóskandi karmar um privatlív og felagslív. Ein góður og tryggur bústaður er fyritreytin fyri at vera partur av samfelagnum, og at vit kunnu veita eitt gott og mennandi tilboð. Bústaðurin er grundarlagið undir sømiligari menniskjaligari tilveru, eisini hjá fólki við menningartarni, ” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.
“Fyri at børn við autismu og familjur teirra kunnu hava eitt nøktandi lív er í summum førum umráðandi, at tað almenna veitir hóskandi dagtilboð, umlætting og í ávísum førum bústað. Eg eri tí ómetaliga glað fyri, at vit nú loksins fara at kunna veita eitt gott tilboð til børn og ung við autismu,” sigur landsstýriskvinnan at enda.
Nú lógaruppskotini eru samtykt, verður farið undir næsta stig í verkætlanini. Arbeiðið verður bjóðað út, og væntandi verður farið undir at byggja í næsta ár. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í búheimið og umlættingarheimið í 2021. Og ætlanin er at allar verkætlanirnar eru lidnar í 2023.
Byggiætlanirnar eru liður í samlaðu løguætlanini hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum fram til 2022, sum skal fáa til vega betri og tíðarhóskandi bústaðarkarmar í Suðurstreymi. Landsstýrið hevur sett 200 mió. kr. av í tíðarskeiðinum í løguætlanini til endamálið.