Home Fólk & SamfelagPolitikkur Føroyar vilja styrkja samstarvið við Bretland

Føroyar vilja styrkja samstarvið við Bretland

by OML

Føroyar vilja framhaldandi hava eitt tætt og vælskipað samstarv við Bretland, nú bretar hava í hyggju at fara úr Evropasamveldinum.

Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á fundi við George Eustice, ráðharra í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs) í Tinganesi fyrrapartin.

Á fundinum varð tosað um framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland.

“Tað styttist í hvørjum til, at bretar eftir ætlan fara úr Evropasamveldinum. Landsstýrið leggur nógv fyri at fyrireika seg til broyttu umstøðurnar á serliga handils- og fiskivinnuøkinum. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum, og tí er av stórum týdningi, at Føroyar og Bretland halda á við at styrkja samstarvið landanna millum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.