Home Tíðindir Seldu mest til Russlands og keyptu mest úr Danmark

Seldu mest til Russlands og keyptu mest úr Danmark

by OML

Samhandilin ella samlaði vøruhandilin Føroya við útheimin var 15,8 mia. kr í fjør. Hetta kom av vøruinnflutningi á 7,2 mia. kr. og vøruútflutningi á 8,6 mia. kr. Sostatt var yvirskotið á handilsjavnanum 1,4 mia. í fjør. Innflutningurin er uppgjørdur eftir upprunalandi og útflutningurin er uppgjørdur eftir nýtslulandi. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

 

Bæði innflutningur og útflutningur vóru 0,6 mia. kr. størri í 2017 enn árið fyri og samhandilin við útlond harvið 1,2 mia. kr. størri. Av tí at innflutningur og útflutningur vuksu eins nógv, var avlopið eins stórt í 2017 sum í 2016.

Samanborið við 2007 er útflutningurin vaksin úr 4,1 mia. kr upp í 8,6 í 2017 – ein vøkstur á 110% – og innflutningurin úr 5,5 mia. kr. upp í 7,2 mia. kr. – ein vøkstur á 31%. Tá í 2007 var eitt hall í handilsjavnanum 1,4 mia. kr., samanborið við nú eitt avlop á 1,4 mia. kr. í 2017.

Danmark er landið, vit handla mest við. Vit keyptu vørur haðani fyri 2,7 mia. kr. og seldu fyri góða hálva mia. til Danmarkar.

Næststørstan samhandil hava vit við Russland. Hagar seldu vit vørur fyri 2,4 mia. kr., men innfluttu bert fyri 75 mió. kr. úr Russlandi.

Á triðja plássi yvir samhandilslond kemur Týskland. Vit seldu fyri 760 mió. kr. og keyptu fyri 730 mió., so her var næstan javnvág í handlinum.

Á fjórða plássi kom Noreg og á fimta plássi Bretland.

Vøruúrvalið, sum verður innflutt úr Danmark, er sera breitt. Olja er ein vøru, sum vit keypa nógv av í Danmark. Í 2017 innfluttu vit olju fyri 600 mió. kr. haðani. Eisini kemur nógv av matinum úr Danmark, og í fjør keyptu vit matvørur fyri 300 mió. kr. haðani.

Týskland er landið, vit innflyta næstmest úr, og eisini her er talan um fjølbroytt vøruúrval. Bæði matvørur, ídnaðarvørur, maskinur og bilar. Av teimum 760 mió. kr., sum vit útflyta fyri til Týsklands, eru 580 mió. kr. laksur.

Innflutningurin úr Noreg er eisini um 700 mió. kr., og her fyllir fóður til alivinnuna og skip nógv. Fyri nøkrum árum síðan var stórur partur av oljuni keypt úr Noregi, men seinnu árini er hetta minkað nógv.

Russland er tað landið, sum vit útflyta nógv mest til. 28% av samlaða vøruútflutninginum hjá Føroyum fer til Russlands. Hetta er nógv vaksið seinnu árini, tí fyri fimm árum síðan fóru einans 8% til Russlands. Útvið helvtin av útflutninginum til Russlands í fjør var laksur, 25% vóru makrelur og 20% vóru sild.

Vit útflyta næst mest til USA, og av vørunum til USA er 97% laksur.

Bretland er landið, sum keypir trið mest av okkara vørum, har laksur og toskur umboða hvør sín triðing av útflutninginum til Bretlands.

Verður hugt eftir samhandlinum við útheimin eftir høvuðsøkjum, sæst á myndini niðanfyri, at ógviliga stórur munur er, hvussu býtið er í innflutninginum og útflutninginum. Av innflutninginum koma 57% úr Norðanlondum og 30% úr øðrum europeiskum londum. Av útflutninginum fara bert 14% til Norðanlond og heili 67% til onnur lond í Europa.

Dagførd og útgreinað hagtøl um samhandil Føroya við útlond eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.