Home Heim & Frítíð NÝTT STAKLAG : THE CROWBERRY BAND – Pub Down on the Corner

NÝTT STAKLAG : THE CROWBERRY BAND – Pub Down on the Corner

by OML

29. desember kemur nýggja lagið Pub Down on the Corner hjá The Crowberry Band.Pub Down on the Corner handlar um Mimir í Havn.

Mimir kom til í teimum tíðum har rúsdrekkasølan var nakað øðrvisi enn hon er í
dag. Soleiðis var bert loyvi at skonkja limum rúsevni í Mimir, men síðan
1992 hevur verði opið fyri øllum.
The Crowberrry Band er navnið á orkestrinum hjá Janus á Húsagarði sum bleiv
stovnað í 2015, og hevur spælt konsertir í spælistøðum og festivalum kring
landið. Tónleikurin hevur millum annað íblástur í Írskum fólkatónleiki.
The Crowberry band koma út við fyrstu fløgu Good Luck í fyrstu helvt av 2018. Janus
á Húsagarði hevur skrivar allar tekstir og løg.
Á Pub Down on the Corner spæla: sang – Janus á Húsagarði, kór sang – Brenna
McCormick Jacobsen, kór sang – Malan Thomsen, guitar – Uni Debess, trummir –
Brandur Jacobsen, piano/rhodes/guitar/kór sang – Finnur Hansen, bass –
Johannis av Rógvu Joensen, steel guitar – Jákup Zakariasen.
TUTL Records

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.