Home Tíðindir Útfluttu fyri 7 mia. og innfluttu fyri 6 mia. í januar- oktobur

Útfluttu fyri 7 mia. og innfluttu fyri 6 mia. í januar- oktobur

by OML

Útflutningurin var samanlagt 7,2 mia. kr. frá januar til oktobur í ár, tað eru 785 mió. kr. meir sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 10%. Av hesum var fiskavøruútflutningurin einsamallur 7,0 mia. kr., ið er 785 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 13%.

Hagstova Føroya » 15. desember 2017

Í sama tíðarskeiði var innflutningurin 6,0 mia. kr., ið er 679 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør. Uttan skip og flogfør var innflutningurin 5,6 mia. kr. ið er 497 mió. kr. ella 10% meir enn í fjør.

Í útflutninginum var størsti vøksturin í laksi við 308 mió. kr., so hann nú er gott 46% av øllum fiskaútflutninginum. Síðani var tað makrelur, sild og svartkjaftur, ið vaks 258 mió. kr. í virði, so hesi nú eru 21% av samlaða fiskaútflutninginum. Á triðja plássi kom toskur, upsi og hýsa, ið vaks 77 mió. kr. í virði, og er hesin botnfiskurin nú gott 14% av fiskaútflutninginum.

Í innflutninginum var nógv størsti vøksturin í brennievni við 247 mió. kr., ið er helvtin av øllum vøkstrinum, tá skip og flogfør ikki eru tald við. Hesin vøksturin á 46% ger eisini tað, at brennievni nú er triðstørsta innflutningsvøran eftir tilfari til ídnað og vørur til húsarhaldsnýtslu. Húsarhaldsnýtslan vaks við 8% í innflutninginum, og innflutningurin av akførum vaks framhaldandi nógv við 23%.

Útgreinað og dagførd hagtøl um innflutning og útflutning eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.