24.FO
Home Tíðindir Banahøggið fyri útróðurin vestanfyri

Banahøggið fyri útróðurin vestanfyri

Jørgen Niclasen, tingmaður

Høgni Hoydal hevur sent kunngerð til hoyringar, ein kunngerð, sum tekur lívið av útróðrinum í Vágum og Sandoynni.

Í vár stóð í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot, at landsstýrismaðurin ætlaði at friða alt Vágahavið. Upp á fyrispurning, segði landsstýrismaðurin, at eg hevði misskilt hann. Men nú er kunngerðin um sama sent til hoyringar, ein kunngerð sum friðar alt Vágahavið um várið.

Útróður er ikki serliga lønandi, men enn eru nakrir sum royna. Várróðurin áVágahavinum er umleið helvtin av ársinntøkuni. Útróðrarmenn í Vágum og í Sandoynni havi í áratíggju havt hetta økið til at bjarga inntøkuna fyri árið.

Nú vil landsstýrismaðurin taka hendan møguleikan burtur. Snella og sjálvt pilkur verður bannað í bestu fiskitíð.

Áhugavert er, at landsstýrismaðurin samstundis vil opnað eitt økið norðanfyri.

Vóni, at samgongufólk kunnu steðga landsstýrismanninum í hesi ætlan. Verður kunngerðin lýst, so er útróður í Vágum og Sandoynni søga.

Jørgen Niclasen, tingmaður

- Advertisment -

Most Popular

Børn og ung skulu hava frítíðarkort

 Vit vilja raðfesta børn og ung, gera tað lættari hjá øllum at gerast partur av frítíðarlívinum í kommununi og samstundis geva ein fíggarligan lætta...

Millum korona og pakkaloysnir í høvuðsstaðnum

Tíðargrein Óli M. Lassen, siviløkonomur Eg veri oftani spurdur um vit ikki skjótt fáa afturgongd í búskapinum og kemur ikki ein kreppa ?. Útsagnir sum...

Klaksvíkar kommuna og framtíðin

- rakstur, íløgur og langtíðarætlanir  Vinnuligur framburður við treystum íløguhugi í vinnuna hava skapt og skapa framvegis stóra framgongd í Klaksvík. Søgan vísir okkum á...

Føroyingar fáa CPR-nummar

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið...

Seneste kommentarer