Nógv til av smáari hýsu

Havstovan 22. aug. 2017

0
404

Magnus Heinason hevur gjørt fyrra partin av árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum um summarið. Nógv til av 1 ára gamlari hýsu skrivar Havstovan.

Tilsamans vórðu 136 av 200 hálum tikin. Tað týðiligasta úrslitið av kanningunum var, at tað var nógv til av smáari hýsu, sum var umleið 20 cm long. Hetta er hýsa, sum er 1 ára gomul.

 

Onnur úrslit kunnu lesast í túrfrágreiðinigini við at trýsta her. Eitt fullfíggjað úrslit fyri allar 200 støðirnar fæst við at hyggja at túrfrágreiðingini fyri túr 1738. Hesin túrurin er í gongd nú, og túrfrágreiðingin frá honum kemur væntandi á heimasíðuna komandi