Home Heim & Frítíð tit bera søguna víðari

tit bera søguna víðari

by OML

Hetta segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, millum annað í røðu á Bursatanga seinnapartin, har hon saman við nógvum øðrum tók ímóti træseglskipunum, sum løgdu at kei, nú manningarnar umborð á siglandi arvi okkara skipa fyri Regatta. Skipini komu á Havnina av Sandi og leggja leiðina víðari til Leirvíkar seinni í dag.

– Tað man vera so ymiskt, hvat vit hugsa, tá ið vit síggja eina slupp. Sluppin umboðar tíðarskeiðið, tá ið vit leggja um frá bóndasamfelag til fiskivinnutjóð. Sluppin umboðar eina byrjandi vinnuliga vælferð.

– Tey flestu vita, at okkara Merki á fyrsta sinni kom til heiðurs og æru umborð á eini slupp tann 25. apríl 1940. Men slupptíðin umboðar bæði gleði og sorg, og Merkið er tað sama, vit í gleði og stolt vinda á fulla stong, sum vit í sorg vinda á hálva stong í samkenslu við teimum, ið mist hava.

– Undir seinna heimsbardaga mistu vit 132 sjómenn av krígsávum. Vit mistu fimtan sluppir, seks skonnartir og fýra trolarar. Onkur hevur roknað út, at hetta í dag hevði svarað til, at vit mistu 50 mans á sjónum hvørt ár næstu fimm árini. Føroyingar mistu eitt hálvt prosent av fólkatalinum og taldust tí millum av krígsávum harðast raktu lond í heimshøpi.

Hans Andrias Djurhuus yrkti so rámandi:

Har fórust so mong,
mangt eygað varð sløkt,
meðan gotrini dundu um økt –
tó hugdjarvir menn bitu fast saman tenn,
og á stongini flaggið hekk høgt.

– Herfyri hevði Tórshavnar kommuna vitjan av Akranesi. Tá fingu vit handað kort yvir íslendskt sjóøki við øllum skipum, sum fórust undir Íslandi frá 1870 fram til 1993. Hesi árini fórust 66 føroysk skip undir Íslandi og ikki færri enn 400 føroyingar sjólótust.

– Ovast til vinstru á hesum syrgiliga korti stendur sluppin Verdandi merkt. Hon hevði ein serligan týdning í mínum hugaheimi, tí tann missurin var svárur fyri mína familju, tá langabbi, langabbabeiggi og tveir ommubeiggjar fórust í. Tann øgiliga sorgin, ið stendst av slíkum, varar í fleiri ættarlið. Søgurnar doyggja ongantíð.

– Onkuntíð hava vit hug at romantisera slupptíðina. Men hetta var ikki nøkur góð tíð. Hon kostaði okkum nógv í strevi, mistum mannalívum og sorg og sakni. Vit vóru eftirbátur og keyptu gomul skip úr grannalondunum.

– Men kortini var tað slupptíðin, sum broytti okkara samfelag frá bóndasamfelagi til eitt ídnaðarsamfelag. Menningin byrjaði við sluppunum. Og tá vit sleptu sluppunum gekk menningin skjótt og vit mentu okkum eftir nøkrum fáum áratíggjum til at vera heimsins mest framkomna fiskivinnutjóð á mongum økjum.

– Í dag kemur regattaflotin stolt siglandi inn um Glyvursnes móti Gulanum, inn við Argjalandinum móti Bursatanga. Nú er Johanna ikki við í dag, men umborð á gomlu Johonnu standa róðursmenn annars altíð við stýrisvøl, klæddir sum í gomlum døgum, sum geva sær stundir at greiða frá um seglføring, vaðbein og lippukassar. Tað er eitt heilt annað tungumál at hoyra á Westward Ho, tá ið menn hála fokkuna upp, leggja undir lippuna, halda tørn og seta á kuffilnaglan.

– Umborð á Draganum er kahúttin riggað um til skúlastovu. Her verður undirvíst og her kemur endamálið við varðveitslu av gomlu træseglskipunum til sín rætt, tí hetta er okkara siðsøguligi mentanararvur, flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum.

– Hetta er eisini eitt livandi minni um vakrastu ensku sluppirnar, ið vórðu bygdar í 1880’inum. Hesar sluppir, ið seinni komu til Føroyar at virka, hava havt ómetaliga stóran týdning fyri lívið og búsetingarmynstrið her á oyggjunum. Tann vinnuliga framgongd og tað virksemi, tær hava havt við sær, hevur lagt lunnar undir fleiri av stóru vinnufyritøkunum, vit enn hava.


– Hvør hevur ikki sæð gamlar myndir úr Vági, av Trongisvágsfjørði, Fuglafirði, Klaksvíkini, Vestmanna, Vágsfirði, Miðvági ella Havnini, har sluppirnar lógu tættar við kei, á redini ella úti á fjørðinum.

– Sjálv vaks eg upp skamt frá Fløtuni Fríðu, har Nólsoyar Páll framdi eitt nýbrot í føroyskari siglingarsøgu og sjómansskapi, sum førdi við sær, at nú bar til at sigla á føroyskum kjøli millum lond. Men kortini gekk long tíð, áðrenn føroyingar við sluppunum gjørdust sjómenn á fjarum sjóleiðum.

– Ein av sluppunum, sum megnaði at sigla og koma heilskapað gjøgnum krígsárini – og sum eg minnst øll barnaárini – var Johanna TG 326. Hon er frá 1884, men varð sum 10 ára gomul seld til handilsmannin Jákup Dahl í Vági. Hon var millum teirra, sum Winston Churchill mintist í takkarrøðu fyri stóra fiskaflutningin til Bretlands undir krígnum.

– Tá ið Johanna varð løgd í 1972 varð gjørt av at bjarga sluppini. Hon var seld fyri eina krónu og sett á land, har eldsálir sum Ove Mikkelsen og Gudmund Jacobsen stóðu fyri at seta hana í uppruna stand. Og vágbingar stuðlaðu við at spæla bingo og at finna uppá eitt ótal av tiltøkum, líka til Johanna var liðug. Stuðul kom eisini úr øllum landinum.

– Hetta var bara eitt dømi um gott samanhald og eitt brennandi ynski um at bera søguna víðari til komandi ættarlið, at virða tað knoss og tey mongu tap, sum eisini eru partar av søguni. At vit sum tjóð skulu vera errin av hesum skipum og teimum fólkum, sum hava bygt land, hava ríkað samfelagið og lagt aftrat føroyska mentanararvinum.

– Westward Ho, sum Tórshavnar kommuna eigur, varð bygd sama ár sum Johanna. Í dag verður hon brúkt til umboðandi virksemi, útferðir og til fiskikappingar millum skúlaungdóm. Hjá okkum er drúgv siðvenja, at allir skúlanæmingar skulu út at sigla og fiska við Westward Ho. Hetta er týdningarmikið og við til at menna og menta okkara ungdóm.

– Tað verða skjótt hálvtannaðhundrað ár síðan, at fyrsta sluppin kom til Havnar. So í søguligum høpi er tað ikki serliga langtsíðan at sluppirnar lógu á Vestaruvág. Pakkhúsini standa framvegis mong og eru við at verða endurnýtt til eina blómandi mentan í hesum øki, har tað áður uddi av arbeiðandi fólki á fiskastykkjum, har tað varð lossað og landað og tað angaði av tjøru og fiski.

– Tað er rørandi og stórbært at síggja træseglskipini stevna inn í býin. Felagið Føroysk Træskip eigur eina hjartans tøkk uppiborna fyri tykkara stóra arbeiði fyri træseglskipini. Við regattasigling sum hesari og gera tit træseglskipini viðkomandi fyri okkum øll.

– Tit eiga øll eina hjartans tøkk uppiborna fyri tykkara týdningarmikla arbeiði at varðveita hesi skip. Hetta er livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur, tí sluppirnar meira enn nakað annað vóru tær, sum slóðaðu fyri teirri stóru samfelagsligu menningini, vit hava upplivað seinastu stórthundrað árini.

– Vit gleðast um at taka ímóti hesum fagra fylgi av føroyskum træseglskipum. Nú fara tit um landið at greiða frá um farnar tíðir, tit styrkja okkara søguliga og mentanarliga tilvit og fáa okkum at steðga á eina løtu og undrast, hvussu hesir deyðssiglarar kundu avrika so nógv.

Eg fari at enda við einum broti hjá Hans Andriasi aftrat:

Hátt tykkar verk er mett.
Nú flagg í topp, hvítt, blátt og reytt,
og havsins kvæði enn tit kvøðið, havsins menn.
Og báran brøtt og blá, sum mangan vandaleikin sá,
hon er – tað svitast ei – vár egna, dýra leið.

– Eg fari at enda at ynskja øllum manningunum á træseglskipunum og øllum øðrum gestum hjartaliga vælkomnum til Havnar, og enda við gomlu heilsuni, sum hoyrdist á hvørjari brúgv, tá sluppirnar loystu frá landi:

Blíðan byr og Jesus fylgið tykkum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.