24.FO
Home Tíðindir Sáttmálar um Landssjúkrahúsið undirskrivaðir

Sáttmálar um Landssjúkrahúsið undirskrivaðir

Kelda:lv.23 juni 2017

Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. Samlaða gólvvíddin, verður umleið 15.000 fermetar og er kostnaðurin umleið 500 miljónir krónur. Bygningurin verður tikin í nýtslu á vári 2021.

Hósdagin undirskrivaði Landsverk arbeiðstakarasáttmálar fyri slakar 200 milliónir krónur í sambandi við útbygging av Landssjúkrahúsinum.

Stóra útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er nú av álvara farin í gongd. Í gjár undirskrivað Landsverk sáttmálar við tríggjar føroyskar arbeiðstakarar. Tað verður Demich, sum fer at gera HVS-arbeiðið, EL.FO fer at standa fyri elarbeiðinum, meðan Húsavarðatænastan fer at standa fyri innandura arbeiðstøkuni.

Frammanundan er sáttmáli gjørdur við Grettir um spreinging og planering, meðan MT-Højgaard Føroyar skal gera sjálvt ráhúsið og inniloka bygninin.

Heildarráðgevarar er Faerport II, sum er eitt samtak millum SNA, Árni Winther Arkitektar, SMJ og LBF.

Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. H-bygningurin fer at fevna um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður tøknirúm til seingjavaskisentralin, høvuðsgoymsla, parkeringsøki, hitapumpur og rúm til burturkast.

Samlaða gólvvíddin, sum verður umleið 15.000 fermetar og fer at kosta umleið 500 miljónir krónur, verður tikin í nýtslu á vári 2021.

- Advertisment -

Most Popular

Útleigan av matstovu- og handilshølum við Biskupstorg

Veghæddin í bygninginum við Biskupstorg, við tilhoyrandi goymsluhølum í undirhæddini, sum liggur í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík, verður við hesum bjóðað út...

EITT NÝTT BÚTILBOÐ FYRI UNG VERÐUR STAÐSETT Í KLAKSVÍK

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast um góða samstarvið millum Almannamálaráðið, Almannaverkið og Klaksvíkar kommunu, ið samstarva um at lata upp...

Víðka um landstreymin á vestaru bryggju

Á Vestaru bryggju er nógv virksemi. Men hóast skip dagliga stevna út og inn, er minni at hoyra til skipini. Landstreymur frá Tórshavnar havn...

Jenis av Rana á fundi við uttanríkisráðharra Íslands

1 juli hevði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, fund við Guðlaugur Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra Íslands, í Snæfellsnesi.   Á fundinum umrøddu ráðharrarnir, hvussu...

Seneste kommentarer