Home Fólk & Samfelag Fyrsta prestvígsla í meira enn 400 ár

Fyrsta prestvígsla í meira enn 400 ár

by OML

Á syftunsøku (2. juli) eru liðin fimmti ár síðan Kjartan Mørkøre varð prestvígdur í Havnar Kirkju. Ein merkisdagur, tí ikki síðan biskupsstólur Føroya varð niðurlagdur í 1557 hevði nakar prestur verið vígdur í Føroyum. Hesa uppgávu eigur einans ein biskupur. Í 1963 varð biskupsstólurin endurreistur við varabiskupi.

Sunnudagurin 2. juli 1967 (syftunsøka) var ein merkisdagur í kirkjusøgu okkara og lutersku kristnitrúnni her á landi sjálvandi eisini. Tí henda dag vígdi í Havnar Kirkju Jákup Joensen, varabiskupur, Kjartan Mørkøre, teologiskan kandidat, til prestagerning í Suðuroyar syðra prestagjaldi frá 1. juli 1967 at rokna.

Slík vígsla, sum einans er heimilað einum biskupi, hevði ikki verið í Føroyum síðan Jens Gregersen Riber fór úr Føroyum 1557. Hann hevði til 1963 verið fyrsti og einasti luterski biskupur í Føroyum. Føroyar vóru hereftir próstadømi til 1963 tá varabiskusembæti varð stovnað. Táverandi prósturin í Føroyum, Jákup Joensen, varð biskupsvígdur í Frúar Kirkju í Keypmannahavn á sumri 1963.

Kjartan Mørkøre er ættaður úr Klaksvík, føddur 3. oktober 1929. Hann tók málsligt studentsprógv í Havn 1951. Eftir at hava lisið løgfrøði í Danmark í nøkur ár, hálsaði Kjartan um og fór undir gudfrøðilestur.

Tá Kjartan Mørkøre tók við sum sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi í 1967 við bústaði í Vági, hevði embætið verið ósett í hálvannað ár. Í 1965 hevði presturin har, Johan Weihe, tikið við sum kapellánur í Suðurstreymoyar prestagjaldi. Í 1971 tók Kjartan við sum annar kapellánur í Suðurstreymoyar prestagjaldi eftir at Petur Martin Rasmussen hevði tikið við embæti sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi. Tá Suðurstreymoyar prestagjald í 1976 varð býtt sundur í tvey, varð Kjartan sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagaldi; og tað var hann til hann fór frá við eftirløn síðst í 1990-árunum.
Sum pastor emeritus hevur Kjartan Mørkøre í dag sítt otium í Brøttulíð í Havn.

Sambært grein eftir Jákup Dahl í Varðanum XVIII um okkara fyrsta luterska biskup, Jens Gregersen Riber, skal hann vera vígdur til biskup í Keypmannahavn av Peder Palladius á heysti 1540 og komin til Føroya várið eftir. Ólavsøkudag 1541 vígdi hann teir fyrstu evangelisku sóknarprestarnar í Føroyum. Dahl nevnir teir allar við navni.

Sambært »Føroya biskupa-, prósta- og prestatali« hjá Janusi Øssurssyni er líkt til, at prestaskifti hevur verið, ella kapellánur er komin aftrat sóknarprestinum, áðrenn Biskupsdømi Føroya verður niðurlagt. Men ikki er greitt, um hetta eru menn, ið eru prestvígdir í Føroyum, ella teir eru prestvígdir í Danmark ella Noregi, áðrenn teir vórðu sendir higar.
At teir longu eru vígdir, tá ið teir koma til Føroya, verður ið hvussu reglan, so leingi vit bara hava próst.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.