Home Tíðindir Løgmaður á ríkisfund á Christiansø

Løgmaður á ríkisfund á Christiansø

by OML

RÍKISFUNDUR: Fundurin verður hildin á Christiansø, ein lítil oyggj uttanfyri Bornholm.

Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mikudagin.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, til Danmarkar.

Fundurin verður hildin á Christiansø, ein lítil oyggj uttanfyri Bornholm. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.

Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarv í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.