Home Fólk & SamfelagPolitikkur Lóggeva ímóti succés.

Lóggeva ímóti succés.

by OML

Fiskivinnan kastar hundraðtalsmilliónir krónur av sær til samfelagið og skapar hópin av arbeiðsplássum, bæði í sjálvari vinnuni og í avleiddum virksemi.

Her arbeiðir landstýrismaðurin i fiskivinnumálum hjá sitandi samgongu   við hond og fót fyri at steðga góðu gongdini.  Hann  berjist sum úlvur á skóg fyri at minka inntjeningina hjá okkara høvuðsvinnu.   Profitturin hjá høvuðsvinnuni  skal minimerast og landskassin skal hava sum mest. Sólskinssøgurnar í privata vinnulívinum skulu fáa ein enda.  Vinningurin skal  verða so lítil, at tað bara júst skal løna seg at reka virksemi,  men heldur ikki nógv meir enn tað.

Fólkaflokkurin fór til val uppá, at tað skuldi loysa seg at arbeiða. Hendan samgongan fór til val uppá, at virðini skulu býtast javnari, men tolt verður  ikki, at nakar tjenar pengar, og tað skal revsast.

Betri banki er júst blivin útnevndur  sum tryggasti banki í kongaríkinum.  Her arbeiðir landstýrismaðurin  í vinnumálum við broytingum.

Fiskerforum skrivar, at føroyska laksaævintýrið heldur fram við fullari megi. Her arbeiðir sami landstýrismaður í vinnumálum við broytingum.

Hjá Bank Nordik gongur strúkandi og her kvittaði  landstýriskvinnan í fíggjarmálum  við at geva nevndini í fíggingargrunninum  sekkin.

Reyði tráðurin hjá sitandi blóðreyðu  samgongu er at leggja forðingar allastaðni, har tað gongur væl.  Dugnalig vinnulívsfólk skulu ikki fáa fullan ágóða av sínum virksemi.   Ein fyritøka skal ikki tjena ov nógv. Tað má ómøguligt ganga ov væl.  Dugnaskapur skal revsast.

Vit hoyra, at høvuðsvinnan  skal pettast sundur í smáar bitar.  Kunnu vit vænta, at næsta átakið hjá sitandi   samgongu nú  verður at petta alla  jørðina í Føroyum   sundur í smáar kolonihavar undir herrópinum fólksins ogn.

Livst so spyrst.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.