Home Tíðindir Børsen: Betri Banki er besti banki í danska kongaríkinum

Børsen: Betri Banki er besti banki í danska kongaríkinum

by OML

Danska vinnulívsblaðið Børsen hevur í dag kunngjørt árliga yvirlitið yvir tryggastu bankarnar í danska kongaríkinum. Úrslitið av váðametingini hjá blaðnum og óhefta granskingarstovninum Bankresearch vísir, at Betri Banki er tryggasti bankin í kongaríkinum.

“Hårdt og ærligt bankarbejde har løftet færøske Betri Banki – tidligere Eik Bank – op som landets mest solide bank” skrivar Børsen í dag. Betri Banki deilir fyrsta plássið við Borbjerg Sparekasse.

Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri Banka, fegnast um góða úrslitið og sigur: “Úrslitið vísir, at tað hevur verið rætt hjá okkum at hugsavna okkum um kjarnuvirksemið í bankanum og miðvíst seta kundan í miðdepilin. Vit hava í dag ein sera tryggan og góðan banka, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av og sum kundin kann kenna seg tryggan í.”

Sí alt yvirlitið hjá Børsen her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.