Home Tíðindir Nærkast meti í løntakaratalinum

Nærkast meti í løntakaratalinum

by OML

Í januar vóru 25.807 løntakarar, árstíðarjavnað. Hetta eru 110 fleiri enn í desember, sum svarar til ein vøkstur upp á 0,4%. Sjálvt um tað hevur verið vøkstur í yvir trý ár, so er ferðin í vøkstrinum í løtuni tann hægsta.

Í januar 2014 vóru 23.653 løntakarar, og nú trý ár seinni eru tað yvir 2.000 fleiri. Í einum tíðarskeiði í 2007 og 2008 vóru tað nakað fleiri løntakarar enn tað eru nú, men heldur verandi gongd fram, so verður 2017 árið, har flest løntakarar vóru.

Færri í fiski- og alivinnuni

Løntakaratøl eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnað, og tískil verður samanborið við sama tíðarskeið árini fyri.

Sjálvt um tað er av størsta vøkstri í løtuni, so eru tað færri løntakarar í fiski- og alivinnuni nú, enn tað var fyri einum ári síðani. Í januar í ár vóru tey 4.109, 13 færri enn januar í fjør.

Hinvegin er byggivinnan í serflokki, har tað vóru 3.601 løntakarar í januar 2017, 222 fleiri enn árið fyri, broytingin er 6,6%.

Í tali eru flest komin aftrat í almennari tænastu, har tað vóru 9.296 løntakarar í almennari tænastu í januar í ár, 244 fleiri enn í januar í fjør. Í prosentum er vøksturin 2,7%, áleið sum miðaltalið fyri allar vinnugreinar tilsamans.

Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.