Home Tíðindir Bjóða saltsiloina út til matstovu

Bjóða saltsiloina út til matstovu

by OML

Tvær hæddir í Saltsiloini við útsýni yvir Vestaru bryggju, Tinganes og havnarlagið. Vinnunevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at bjóða niðastu hæddirnar í Saltsiloini út til matstovu hjá privatum at reka.

– Hetta er ein spennandi ætlan, sum stórur tørvur eisini verður á, tá ið øll fólkini, sum fara at arbeiða í Sjóvinnuhúsinum eru flutt inn, umframt at vinna heldur til á bryggjuni frammanundan, sigur Bogi Andreasen, formaðurin í Vinnunevndini.

Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Í niðaru hæddini eru 342 fermetrar og á ovaru hæddini er svali, sum er 249 fermetrar til víddar.

Hesar hæddirnar verða bodnar út til privat at reka, og skulu hølini nýtast til vistveiting. Leigarin kemur sjálv/ur við allari neyðugari útgerð.

– Her fer at verða nógv virksemi í økinum, og ein matstova í Saltsiloini verður ein serstøk uppliving fyri havnarfólk og eisini fyri ferðafólk og onnur, sum vitja býin, sigur formaðurin í Vinnunevndini.

Bogi Andreasen leggur aftrat, at lív fer at verða í Sjóvinnuhúsinum stóran part av degnum, og at tað tí eisini kann hugsast, at Saltsiloin verður opin um kvøldarnar.

Í næstum verður lýst í miðlunum við Saltsiloini, sum verður til leigu.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.