Home Vinnutíðindi XBRL FØROYAR – ein nýggj tænasta til føroysk smápartafeløg

XBRL FØROYAR – ein nýggj tænasta til føroysk smápartafeløg

by OML

Nýggja KT- tænastan XBRL.FO skal gera føroysk smápartafeløg ílatin til at lúka nýggj krøv um innlating av roknskapum til Skráseting Føroya og Taks.

Frá og við 1. januar 2017 skulu ársfrásagnir, ið skulu latast Skráseting Føroya, latast inn bæði sum PDF-fíla og XBRL-fíla umvegis Vinnugluggan hjá Taks.
XBRL er ein stytting av “eXtensible Business Reporting Language” ið verður nýtt til standardskráir um allan heim.
Í hesum sambandi er stovnað ein nýggj heimasíða, www.xbrl.fo ið skal lætta um hjá smápartafeløgum at senda ársroknskapirnar inn til myndugleikarnar samsvarandi nýggju, herdu krøvunum.
Á hesi heimasíðu framgongur, hvussu feløgini lættliga kunnu innsenda sínar roknskapir sum XBRL fílur til Skrásetingina og Taks.
Sí allar skrásetingarnar í farnu viku í vinnuskránni BL.FO her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.