24.FO
Home Fólk & Samfelag Reika sum heima í USA og Kanada

Reika sum heima í USA og Kanada

Nýtt! Tað gleðir okkum at kunngera, at galdandi frá 1. apríl 2017 kunnu vinnukundar hjá Føroya Tele reika sum heima í USA og Kanada við fartelefonhaldinum Fríhald+ 32GB.

Hetta merkir, at USA og Kanada leggjast afturat listanum yvir lond, har ið vinnukundar kunnu nýta fartelefonina uttanlands uttan at skulu gjalda eyka.

Vinnukundar, ið frammanundan hava Fríhald+ 32GB, fáa tænastuna alt fyri eitt, meðan onnur mugu uppstiga til umtalaða haldið fyri at fáa USA og Kanada íroknað.

USA og Kanada er í hesum føri: Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjar, Hawaii, Kanada, Puerto Riko og USA.

Alt um haldini

Hetta er ein vegleiðing til tín, so tú veitst alt um nýggju haldini.

Fríhald 2GB
Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 2GB data at brúka í Føroyum.

Fríhald+ 8GB
Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 8GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur:
• 20 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 20 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa.
• 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa.
• Upp til 8GB data at nýta í nærum øllum Evropa.

Fríhald+ 16GB
Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 16GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur:
• 20 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 20 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa.
• 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa.
• Upp til 10GB data at nýta í nærum øllum Evropa.

Fríhald+ 32GB
Við hesum haldinum hevur tú fría talu, frítt sms og 32GB data at brúka í Føroyum umframt møguleikan at tosa, smsa og nýta data til, í og úr nærum øllum Evropa. Tú hevur:
• 40 tímar at ringja úr Føroyum og aðrar 40 tímar at ringja í og úr nærum øllum Evropa, USA og Kanada.
• 1000 sms í alt at senda til og brúka í nærum øllum Evropa, USA og Kanada.
• Upp til 10GB data at nýta í nærum øllum Evropa, USA og Kanada.

Nærum alt Evropa og Norðuramerika er:
Alaska, Amerikansku Jomfrúoyggjar, Andorra, Asorurnar, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frankaríki, Gibraltar, Gotland, Grikkaland, Grønland, Guernsey, Hawaii, Holland, Ibisa, Isle of Man, Isle of Wight, Italia, Írland, Ísland, Jersey, Kanada, Kanarisku Oyggjarnar, Kekkia, Kosovo, Kreta, Kroatia, Kýpros (tann grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Madeira, Malta, Mallorka, Minorka, Monako, Norðurírland, Noreg, Ongland, Portugal, Pólland, Puerto Riko, Rodos, Rumenia, San Marino, Sardinia, Sisilia, Skotland, Slovakia, Spania, Sveis, Svøríki,  Týskland, Ungarn, USA og Wales.

 

 

 

- Advertisment -

Most Popular

Námsfrøðingar

Vit søkja eftir 3 námsfrøðingum at byrja 10.august 2020, ávíkavist 1 námsfrøðing á 40 tímar um vikuna (møguleiki fyri niðursetta tíð) 1 námsfrøðing á 30 tímar...

Politiet standser efterforskningen af mulig skattesvig i PF Betri

Færøernes Politi standser efterforskningen af mulig skattesvig i P/F Betri (tidligere EIK Banki) Færøernes Politi har i dag besluttet at standse efterforskningen i sagen mod...

Takið uppsøgnirnar aftur:

Eru einar Koronafríar Føroyar ikki ein góð søluvøra? Mæli til, at uppsagnirnar av øllum fólkum hjá AA og FAE verða trektar aftur beinanvegin. Og at...

Ferðslan á sama støði aftur

Síðani løgmaður setti samfelagið upp í ferð aftur fyri góðum mánaði síðani, er ferðslan spakuliga vaksin aftur, men tað var ikki fyrr enn í...

Seneste kommentarer