Home Fólk & Samfelag Når gode mennesker handler ondt

Når gode mennesker handler ondt

by OML

Mikudagin, 7. juni kl. 18:00 – 21:00, fer Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og høvundur av bókini ”Når gode mennesker handler ondt”, at halda fyrilestur í Dansifrøi í Havn. Hon fer at tosa um ranguna av etikkinum og vandanum fyri at gerast ráur í arbeiðnum við menniskjum. 

Forráan er eitt hugtak fyri einari gongd, har ein gerst meira og meira ráur. Tá ið fakligheitin ikki er nóg mikið ella ikki røkkur til, at vandi er fyri forráan. Í máttloysisstøðum kann tað gerast í lagi og góðtikið at skelda út, tosa harðari, kveistra fólk burtur, gera til láturs, ignorera og revsa – eisini hjá professionellum, sum vita betri.

Tað kann vera hart at viðganga forráan hjá okkum sjálvum og í arbeiðsbólkinum. Trongdin til ikki at kennast við, undirmeta og royna at fáa ting at síggja betri út kann vera ógvuslig. Men vit verða noydd at tosa um tað, sum er torført, um vit ynskja at gera nakað við trupulleikan.

Tíverri kann fakligheitin hava trong kor orsakað av sparingum og skerjingum, sum verða fjald av einum afturvendandi jaligum málbrúki. Trupulleikar verða í heilum nevndir avbjóðingar, men tað fær jú ikki trupulleikarnir at hvørva.

 Skrá:

  • Ein søga um forráan
  • Ráir tankar, óndar gerðir og loyvdar burturforkláringar
  • Okkara málbrúk

Møguleiki verður fyri at seta spurningar.

Kostnaður kr. 150,00. (Pláss er fyri 400 luttakarum og góðir atkomumøguleikar)

 Tilmelding fer fram á tilmelding.fo

 Um fyrilestrarhaldaran:

Dorthe Birkmose er útbúgvin sálarfrøðingur (cand psych) frá Århus Universitet í 2001. Hon sigur um seg sjálva, at grundstøði hennara er nervasálarfrøðin, men at hon brennur mest fyri etikkinum í arbeiðinum við øðrum menniskjum. Hon er sannførd um, at tað snýr seg um at styrkja fakligheitina og soleiðis tryggja, at starvsfólkini eru nóg sterk til at kunna vera hampulig mótvegis teimum menniskjum, sum tey arbeiða við og skulu hjálpa. Fleiri upplýsingar eru at finna á:  www.dorthebirkmose.dk

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.