Fiskifrøðingarnir lurta hvørki eftir ICES ella serfrøðingunum  

Eyðun Hansen

0
309
Savnsmynd 24.fo

Tað er ikki so langt síðani, at eg skrivaði um gulllaksa kvotur. Nú liggur so uppskot frammi um at minka kvotuna 10 % meira.

Frá 2006 hava tað bert verði 6 skip – 3 pør. Sum hava haft  loyvi at fiska gulllaks so veiðitrýsti veri javnt tey seinastu 10 árini.

2006 vóru     12.370 tons fiskaði

2007 vóru     13.437 tons fiskaði

Sum við øllum fiskaríið, so eru ójøvn ár og frá 2008 – 2011 vóru 4 góð ár, tá  var veiðan:

2008 vóru     19.249 tons fiskaði

2009 vóru     19.770 tons fiskaði

2010 vóru     19.190 tons fiskaði

2011 vóru     18.712 tons fiskaði

Tað má so verða hesum árinum ICES roknar eftir, tá teir siga at gulllaksaveiðan er burðardygg

30 august 2012 stendur á heimasíðuni hjá Havstovan.

Gulllaksur MSC-góðkendur

Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur. Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi. Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning. Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørður til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.

MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður. Tí er alneyðugt, at varða um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum. Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.

Aftan nøkur góð fiskiár minkar fiskaríið altíð aftur, og í 2012 minkaði veiðan

2012 vóru     13.944 tons fiskaði

Nú hendur so nakað løgi.

Í 2013 verður Gulllaksaveiðan kvotera, og beinan vegin byrjar Havstovan at koma við tilráðingum um at minka um veiðuna.

kvotan fyri 2014 bleiv ásett til         16.000 tons

í 2015 minkaði kvotan so til             14.400 tons

og kvotan fyri 2016 bleiv bert         13.000 tons

 

Veiðan síða MLV bleiv ásett er:

2013 vóru     14.139 tons fiskaði

2014 vóru      11.902 tons fiskaði

2105 vóru     14.092 tons fiskaði

2016 vóru     13.150 tons fiskaði

Bert ein frágreiðing, um at skipini hava fingið minni pr. Troltíma, onki um at fiskurin til tíðir er nógv uppi sjónum. Og at besta leiðin er stongd , einastu tøl sum fiskifrøðingarnir hava,  eru frá skipinum. Onki um at gulllaksurin er ein felags stovnur. Og onki hvussu nógvar mill. Tons hann er.

Eitt stongt øki Vestan fyri, sum gulllaksa skipini hava haft loyvi at fiska á djypri enn 200 favnar í umleið 10 ár, bleiv eisini stongt aftur í 2014 Hetta var tað økið, sum var mest at fáa í, og har var bert stórur gulllaksur.

At fiska tann størsta fiskin, er altíð tað besta fyri stovnsrøkt. Men sum nú er, sleppa skipini ikki at fiska tann størsta gulllaksin og vera noydd at fiska smærri gulllaks, sum er tað ringasta fyri allar parta, baði fyri skip, manning og gulllaksa stovnin.

Nú í 2017 er meiningin at kvotan skal setast niður í 11.700 tons

Fiskifrøðingarnir lurta hvørki eftir, ICES ella serfrøðingunum, teir brúka 5 minuttir at seta bert  tilvildarlig formil, niður á XL arki. So skulu skipini halda seg til tølini.

Avleiðingin er at.

  • Fyri hvørji 1.000 tons sum kvotan minkar er søluvirði hjá skipinum 5.mill.
  • Skip og manning fortjena minni
  • Landarar og kranabilar fortjena minni.
  • Lastbilar og trailarar sum koyra gulllaksin til Leirvíkar fortjena minni.
  • Fyri hvørji 1000 tons sum kvotan minkar, missir arbeiðsfólki 5000 – 6000 tímar
  • Gulllaksavirki og arbeiðsfólk fortjena minni.

Fleiri hava spurt, hví gulllaksa kvotan minkar, men ongir hevur nakað svar.

Um kvotur koma á botnfiskastovnarnar. Veit ongin hvat hendur í framtíðini. Eitt er vist, vit  koma ongantíð, at gagnnýta alt okkara tilfangi.

Vestmanna 31 03 2017

Eyðun Hansen

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo