Home Tíðindir Løgmaður svarað fyrispurningi um leka

Løgmaður svarað fyrispurningi um leka

by OML

Trúnaðarupplýsingar: Heðin Mortensen, tingmaður, fær eina umbering frá Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmanni.

Løgmaður hevur ikki í hyggju at taka serstøk stig til at fáa fram í ljósið, hvat hendi í einum máli um trúnaðarupplýsingar í ár 2000. Tað svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í einum § 52a fyrispurningi frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni.

Málið snýr seg um eina kæru tann 16. februar í 2000 til løgtingsins formansskap, har Heðin Mortensen,  sum tá var næstformaður í uttanlandsnevnd løgtingsins, varð lagdur undir at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting.

“Mítt starv er fyrst og fremst at samskipa og at hava eftirlit við landsstýrismonnunum, sum nú sita. Í sambandi við fyrispurningin havi eg kortini tosað við Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmann, um málið. Í hesum sambandi heitti fyrrverandi løgmaður á meg um at gera sær tann beina at bera fram eina umbering til spyrjaran, tí hann fyri 17 árum síðan av órøttum ákærdi spyrjaran fyri at leka trúnaðarupplýsingar til Dimmalætting. Fyrrverandi løgmaður visti ikki og kundi heldur ikki ímynda sær tá, at hesin lekin kom frá landsfyrisitingini sjálvari,” svarar løgmaður millum annað.

Lesið svar løgmans her

UM SKRIVLIGAR FYRISPURNINGAR SAMBÆRT § 52A Í TINGSKIPANINI

Løgtingslimir kunnu sambært § 52a í tingskipanini seta landsstýrisfólkunum og løgmanni stuttar skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti. Hesir skulu verða svaraðir í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn, ella skal við skrivligari grundgeving boðast frá, at spurningurin verður ikki svaraður. Hesir spurningar verða ikki viðgjørdir í tinginum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.