Home Fólk & Samfelag Foreldur fáa 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið

Foreldur fáa 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið

by OML

Fólkaflokkurin hevur latið Løgtinginum uppskot, so kommunurnar kunnu lata foreldrunum tað sum barnaansing kostar.  So kunnu foreldur velja ansins og við peninginum rinda fyri tað tey vejla.

Uppskotið verður lagt fram týsdagin.

Uppskot viðlagt

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður vegna Fólkaflokkin

 Løgtingsmál nr. XX/2016.  Uppskot til samtyktar um at ansingargjald skal fylgja barninum

 Uppskot til samtyktar

 Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum gevur kommunum heimild at lata foreldrum peningin, sum barnaansingin kostar fyri kommununa, so foreldur sjálvi fáa frælsi at velja ansing fyri síni børn.

Viðmerkingar

Barnaansing er í dag ein tænasta, sum allar kommunur bjóða sínum borgarum. Ein góð tænasta, tó ikki fyri øll. Tænastan er ikki gjørd til tey við “skeivum” arbeiðstíðum, tvs. arbeiði, sum ikki bara er gerandisdagar millum kl. 7 og 17.

Tænastan er ikki nøktandi fyri fólk, sum arbeiða á td. døgnstovnum. Nevnast kunnu sjúkrahús, røktarheim og onnur heim. Sama ger seg galdandi á fiskavirkjum, har fólk arbeiða tveyskiftisvakt, har onnur hvør vika er kvøldarbeiði.

Tíðin er komin at gera frælsi størri, og harvið tænastuna fyri øll. Tað kann gerast við at lata peningin fylgja barninum.

Tað er ymiskt, hvussu nógv barnaansing kostar í ymisku kommunum. Men fyri tær allar flestu, er kostnaðurin millum 60.000 og 80.000 kr um árið fyri hvørt barni. Í meðal rinda kommurnar uml. 70.000 kr um árið fyri hvørt barni. Harumframt er foreldragjald. Tað er ymiskt frá kommunu til kommunu, men foreldur rinda uml. 20.000 kr um árið fyri hvørt barni í foreldragjaldi.

Tað merkir, at um foreldrini kundu ráða yvir peninginum, so høvdu tey uml. 90.000 kr um árið fyri hvørt barni.

Um foreldur fingu hesar 90.000 kr at ráða yvir fyri hvørt barni, kundu tey valt at keypt tænastuna frá kommunalu barnaansingini.

Eisini kundu námsfrøðingar og onnur stovnað privatar ansingarstovnar, og bjóða foreldrum ansingartænastu. Arbeiðspláss kundu bjóða ansing, har foreldur vóru saman við børnunum í steðgum. Au-pair kundi eisini verið ein møguleiki. Annar møguleiki er eisini, at grannaløg kundu tikið seg saman og skiftst um ansing. Við 90.000 kr um árið fyri hvørt barnið, kundi eisini hugast, at summi foreldur kundu havt fíggjarligan møguleika at ansa sínum børnum heima.

Uppskotið leggur upp til, at kommunur fáa heimild at rinda ansingarkostnaðin til foreldur og geva teimum frælsi at velja ansing fyri sítt/síni børn. Um møguleikin verður har, er lítið at ivast í, at kommunur fara at brúka møguleikin og fáa nøgdar barnafamiljur at búseta seg í júst síni kommunu. Eisini hevði tænastan tá verið fyri øll, eisini tey, sum arbeiða “skeivar” arbeiðstíðir.

Á Løgtingið, 7. mars 2017

Jørgen Niclasen

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.