Home Tíðindir Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

Nýggj meting um búskaparstøðu og –útlit er nú tøk

by OML

Búskaparráðið kunngerð í morgun hálvárligu frágreiðing sína, og eins og undanfarnu árini, so hava Búskaparráðið og Hagstovan samstarvað um metingina um búskapargongd og -útlit. Fyri 2017 og 2018 verður vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni í leypandi prísum framroknaður til ávikavist 6,9% og 4,4%.

 


(trýst á talvu og myndir, so tær gerast størri)

Metingin um støðu og útlit í føroyska búskapinum tekur í høvuðsheitum støði í uppgjørdum tjóðarroknskapi og einari røð av ymsum hagtølum og ætlanum, sum í løtuni geva ábendingar um, hvønn veg pílarnir venda í ymsum pørtum av búskapinum. Til hesa frágreiðingina eru tjóðarroknskapartølini tey somu í mun til seinastu framrokningina frá september 2016. Aðrir týðandi indikatorar eru eins og vanliga dagførdir og nýttir sum grundarlag fyri endurmeting av áður valdum fortreytum, umframt fortreytir fyri 2018, ið verður framroknað fyri fyrstu ferð.

Í mun til seinastu framrokningina fyri árini 2014 og 2015 eru hesaferð betri uppgerðir fyri almenna nýtslu og íløgur tøkar (talan um hækking av tølunum). Harumframt er til hesa framrokningina gjørd greining av lækkandi oljuprísum seinnu árini og tess ávirkan á tilfarsnýtsluna hjá orkutungum vinnum (talan verður við hesum um minni útreiðslur fyri ávísar vinnur). Hædd er áður tikin fyri hækkandi marknaðarprísum á alilaksi (talan er um hægri inntøkur til vinnuna). Hesar fortreytirnar eru óbroyttar í mun til seinast. Tænastuútflutningurin fyri 2015 er lækkaður nakað til hesa framrokningina. Samanlagt hava hesar broytingar í fortreytum fyri 2014 og 2015 merkt eitt hægri BTÚ hesaferð í mun til framrokningina frá september 2016.

Fyri 2016 eru mánaðarligu lønarútgjaldingarnar uppgjørdar fyri alt 2016 og í stóran mun avgerandi fyri framroknaðu virðisøkingina býtt á vinnur. Frá framleiðslusíðuni eru lønirnar til hesa framrokningina eitt vet minni enn til seinastu framrokningina. Við øðrum fortreytum óbroyttum, er BTÚ-vøksturin sostatt eitt vet minni í 2016 í mun til framrokningina frá september 2016.

Fyri 2017 og 2018 eru høvuðsfortreytirnar fyri framrokningina ásetingar av endaligu nýtsluni, t.e. metingar um privata og almenna nýtslu og íløgur, goymslubroytingar og nettoútflutning. Til hesa framrokningina verður millum annað hædd tikin fyri útlitum um enn betri uppisjóvarfiskiskap, umframt enn størri útflutningsvirði av alilaksi. Nýtsluhugurin hjá privatum húsarhaldum verður harumframt ásettur at hækka eins og íløgurnar, sum lutfall av BTÚ, eru øktar í 2018 í mun til 2017.

Vøksturin, ið hevur verið árini 2013 til og við 2016, hevur í størstan mun stavað frá alivinnu og uppisjóvafiskiskapi, umframt at privatu tænastuvinnurnar hava átt nærum eins stóran lut í vøkstrinum (mynd 1). Vøksturin fyri privatu tænastuvinnnurnar verður sannlíkt eins stórur í ár og komandi ár. Fyri tilfeingisvinnurnar verður framvegis vøkstur, tó eitt sindur minni og minkandi í mun til undanfarnu fýra árini. Framleiðsluvinnur annars, eins og framleiðslan innan almenna geiran, hava síðan 2013 havt jaligt ískoyti til vøksturin, tó nakað minni samanborið við tilfeingisvinnur og privatar tænastuvinnur.

Framleiðslan hjá tilfeingisvinnum fer í størstan mun av landinum (mynd 2) og fortreytirnar fyri útflutningin geva sum úrslit, at vakstrarískoytið frá útlendskum eftirspurningi fyri inniverandi ár er umleið eins stórt sum undanfarnu fýra árini, men tó minni í 2018. Hinvegin verður mett, at privata nýtslan er vaksandi í ár og komandi ár, bæði tí tøka inntøkan veksur, men húsarhaldini hava samstundis sannlíkt betri hug at nýta enn størri part av hesari eyka inntøku til nýtslu. Byggivirksemið er lutfalsliga stórt, og privatu íløgurnar eru eisini ásettar at vaksa í mun til samlaðu framleiðsluna. Samanumtikið kann vøksturin í ár, og í enn størri mun komandi ár, tengjast at vøkstri í innlendskum eftirspurningi og í minni mun frá útlandinum.

Framrokningin er at finna í talvum í hagtalsgrunninum og frágreiðingin hjá Búskaparráðunum kann heintast av netinum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.