Home Tíðindir Ferðavinnan fleiri gistandi í 2016 enn sólarmyrkingarárið 2015

Ferðavinnan fleiri gistandi í 2016 enn sólarmyrkingarárið 2015

by OML

Tað vóru 160.000 gistingar í ferðavinnuni í fjør, tað eru 600 fleiri enn fyrra árið, svarandi til ein vøkstur á 0,4%. Í tali av gestum vóru tó 2.500 fleiri, svarandi til ein vøkstur  á 4%.

 

Meðan gistingarhús stóðu seg væl við einum vøkstri á 8%, var ein munandi afturgongd á 20% tilsamans fyri leigu av húsi ella íbúð, bóli og bita og kamping.

Tá talan er um innskrivingar av persónum, er tað ein vøkstur á eini 2.500, frá 62.900 í 2015 til 65.400 í 2016. Her eru 3.900 fleiri innskrivingar á gistingarhúsum og 1.400 færri fyri hinar gistingarhættirnar.

Verður hugt eftir bústaðarlandi, hagani fólkini koma, var ein triðingur av gistingunum hjá ferðafólki úr Danmark, og ein fjórðingur vóru føroyingar sjálvir.Tað var eisini frá føroyingum, at størsti vøksturin kom, síðani frá týskarum, dønum og fólki úr Asia. Størsta afturgongdin var frá bretum, fraklendingun og finnum.

Tað er vert at hava í huga, tá man samanber gistingar og gestir í 2016 við 2015, at tað var ein óvanliga stórur vøkstur í ferðavinnuni í 2015 í samband við sólarmyrkingina í mars tað árið. Eisini skal gerast vart við, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur ár fyri ár, síðan ársbyrjan 2013, tá farið varð undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið, og 2016 heldur sama støðið sum merkisárið 2015, tá tað sum sæðst var serliga stórur vøkstur í mars í samband við sólarmyrkingina. Í samband við hagtølini fyri mars í fjør, tá sólarmyrkingin var, skal viðmerkjast, at gistingar við ferðafólka- og hotellskipum ikki eru taldar við, ei heldur nógvar av gistingunum, har ferðafólk leigaðu bústað frá privatum.

Hvat er ein gisting og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

Flestu gistingar hjá ferðafólki úr Danmark
Verður hugt eftir hvaðani ferðafólkini koma, so eru tær flestu gistingarnar, 33%,  hjá fólki, sum búgva í Danmark. Harnæst eru tað fólk, sum búgva í Føroyum, ið eiga 26% av gistingunum. Hini Norðanlondini standa fyri 16% av gistingunum, men hetta er aftan fyri gestirnar úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond við 19%, og her vigar vøksturin hjá fólki úr Týsklandi og Niðurlondum nógv. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Amerika, Kyrrahavslond, Asia og Afrika við tilsamans 4%.

 

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey serliga úr Noregi, Týsklandi, Íslandi, Bretlandi og Svøríki.


Tveir triðingar av ferðavinnugistingum vóru í Suðurstreymi
Tað vóru eisini umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 549 færri í Suðurstreymi og 1.141 fleiri uttan fyri Suðurstreym. Hetta vendist tó við, tá talið av gestum, t.v.s. innskrivingum, verða taldir. Tá er rættiliga stórur vøkstur í Suðurstreymi við 2.911, svarandi til 8%, meðan tað er óbroytt í Føroyum annars.

Men framvegis eru nógv flestu gistingarnar í Suðurstreymi. Av teimum 159.759 gistingunum í  2016 vóru 101.988 í Suðurstreymi, svarandi til 64%.

86% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 68% fyri Føroyar annars
Verður hugt eftir gistingarhátti er stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 86% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru í gistingarhúsi, samanborið við 68% í Føroyum annars. Bert 8% av gistingunum í Suðurstreymi vóru í íbuð ella húsi, samanborið við 16% fyri Føroyar annars. Enn størri var munurin í kamping, sum bert stóð fyri 3% av gistingunum í Suðurstreymi men 15% í Føroyum annars. Minsta talið av gistingunum var sum ból og biti, einans 2% í Suðurstreymi og 1% í Føroyum annars.

 

Ymisk gongd fyri tal av gistingum og tal av gestum
Samanlagt hava gistingarhús 9.200 fleiri gistingar, 3.700 fleiri í Suðurstreymi, svarandi til ein vøkstur á 4%, men heili 5.500 fleiri uttan fyri Suðurstreym, svarandi til 16%. Fyri allar aðrar gistingarhættir er stór minking.

Øðrvísi er gongdin fyri tal av innskrivaðum gestum. Her vóru 3.000 fleiri innskrivingar í Suðurstreymi í 2016 enn 2015, men ein minking á 20 í Føroyum annars. Og her høvdu gistingarhús í Suðurstreymi 3.400 fleiri innskrivingar, svarandi til ein vøkstur á 11%, meðan gistingarhús í Føroyum annars høvdu góðar 500 fleiri, svarandi til ein vøkstur á 3%.

Í miðal gista ferðafólk hálvatriðju nátt
Út frá upplýsingum um tal av gistingarnáttum og um tal av innskrivingum, ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Fyri allar Føroyar gistur hvør persónur í miðal 2,4 nætur, eitt vet styttri enn í 2015, har miðaltalið var 2,5 nætur. Longst gista fólk, sum leiga íbúð ella hús, serliga í Suðurstreymi, har miðaltalið er 4,2 nætur.


Veksandi partur av gestunum eru í frítíðarferð
Í hagtølunum sæst eisini, hvussu innskrivingar hjá fólki á gistingarhúsum eru býttar eftir endamáli við ferðini, alt eftir hvaðani ferðafólkini eru. Hesar upplýsingar eru bert frá gistingarhúsum og ikki frá ferðafólki í íbúð/húsi, kamping ella bóli og bita.

Her er endamálið býtt í tvey, frítíðar- ella starvsferð. Í fjør vóru 69% av gestunum í frítíðarørindum, og er hesin parturin vaksin støðugt síðstu trý árini.


Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.