Klárar Havstovan seta kvotur á fiskastovnar.

0
589

 

Gulllaksa stovnurin er ein felags stovnur, sum strekkir seg úr Barentshavinum, ígjøgnum Skagerakk, Norðsjógvin, V. Fyri Skotland og Írland, til Føroyar og víðari til Ísland, S. Grønlandi, Kanada, Grand bank og George bank. So tað er eitt ógvuliga stórt økið.

Gulllaksur er ein semipelagiskur fiskur. Nøkur ár, er Gulllaksurin meira uppi í sjónum, enn onnur ár.

Eg fiskaði gulllaks, seinru helvt í nítiárunum. Og tosi ofta við menn, sum fiska Gulllaks.

Tey árini Gulllaksurin er meira uppi í sjónum, er altíð minni at fáa hjá skipinum.

Gulllaksur ferðast nógv og er sera nógv ávirkaður av veðrið. Tá sjask- ella illveður er, spjaðist hann meira og ferð meira upp í sjónum. Harafturat hevur gulllaksurin eisini ein dagliga rýtmu, har hann er meira uppi í sjónum um náttina, tá myrt er, og kemur niður á botn aftur í lýsingini, tí er sum oftast  mest at fáa teir ljósu mánaðirnar á árinum.

Gulllaksurin er ringur at fiska. Ongin veit nær og hvar hann kemur niður á botn. So man má vera á rætta stað til røttu tíðina. Tá hann kemur niður á botn.

Um veturin, tá ið dagarnir er stuttir, er eisini oftari illveður, og tá lønar tað seg ikki at fiska gulllaks.

Gulllaksaveiðan við Føroyar, byrjaði seinast í áttatiárunum. Tey fyrstu árini var ikki, nakað serliga nógv roynt. í 1990 er tað fyrsta árið sum  Hagstovan hevur tøl fyri hvat bleiv landa, og hettar árið fiskaðu vit 2.885 tons og í 1991 vóru bert landa 59 tons. 1992- 93 og 94 lá veiðan um 1.000 tons um árið.

1995-96-97 var fiska ímillum 7.000 og 10.000 tons í 98 vóru fleiri skip og bleiv tá fiska 15.900 tons. Fram til 2005 lá so veiðan ímillum 3.500 og 10.000 tons.

Fyri ikki at  niðurfiskað gulllaksa stovnin, kom Havstovan  í seinri helt av nítiárunum við tilmæli um veiðunøgd og teir tilmæltu eina veiðu á 21.000 tons. MLV bleiv tó ikki ásett fyrr enn í 2013.

Frá 2006 hava tað bert verði 6 skip – 3 pør. Sum hava haft  loyvi at fiska gulllaks so veiðitrýsti veri javnt tey seinastu 10 árini.

 

2006 vóru     12.370 tons fiskaði

2007 vóru     13.437 tons fiskaði

 

Sum við øllum fiskaríið, so eru ójøvn ár og frá 2008 – 2011 vóru 4 góð ár, tá  var veiðan:

 

2008 vóru     19.249 tons fiskaði

2009 vóru     19.770 tons fiskaði

2010 vóru     19.190 tons fiskaði

2011 vóru      18.712 tons fiskaði

 

30 august 2012 stendur á heimasíðuni hjá Havstovan.

Gulllaksur MSC-góðkendur

Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur. Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi. Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning. Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørður til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.

MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður. Tí er alneyðugt, at varða um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum. Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.

Aftan nøkur góð fiskiár minkar fiskaríið altíð aftur, og í 2012 minkaði veiðan

2012 vóru     13.944 tons fiskaði

Nú hendur so nakað løgi.

Í 2013 verður Gulllaksaveiðan kvotera, og beinan vegin byrjar Havstovan at koma við tilráðingum um at minka um veiðuna.

kvotan fyri 2014 bleiv ásett til         16.000 tons

í 2015 minkaði kvotan so til             14.400 tons

og kvotan fyri 2016 bleiv bert         13.000 tons

Veiðan síða MLV bleiv ásett hevur veiðan verið:

2013 vóru     14.139 tons fiskaði

2014 vóru      11.902 tons fiskaði

2105 vóru     14.092 tons fiskaði

2016 vóru     13.150 tons fiskaði

Bert ein frágreiðing, um at skipini hava fingið minni pr. Troltíma, onki um at fiskurin til tíðir er nógv uppi sjónum. Og at besta leiðin er stongd , ella einastu tøl sum fiskifrøðingarnir hava,  eru frá skipinum. Onki um at gulllaksurin er ein felags stovnur. Og onki hvussu nógvar mill. Tons hann er.

Eitt stongt øki Vestan fyri, sum gulllaksa skipini hava haft loyvi at fiska á djypri enn 200 favnar í umleið 10 ár, bleiv eisini stongt aftur í 2014 Hetta var tað økið, sum var mest at fáa í, og har var bert stórur gulllaksur.

At fiska tann størsta fiskin, er altíð tað besta fyri stovnsrøkt. Men sum nú er, sleppa skipini ikki at fiska tann størsta gulllaksin og vera noydd at fiska smærri gulllaks, sum er tað ringasta fyri allar parta, baði fyri skip, manning og gulllaksa stovnin.

Eg havi hugt eftir tølum, frá  Ísland og Norra:

Í Ísland var heildar veiðan:

2011/ 2012        8.410 tons

2012/2013       11.039 tons

2013/2014         7.243 tons

Norra hevur eisini kvotu á gulllaksi:

2008 til 2015 var MLV’ið    12.000 tons

2016 var MLV’ið                 13.047 tons

Tosaði við ein sum er skipari á Norskum trolara, hann segði mær, at teir høvdu  havt gulllaksa kvotu í nógv ár. Men teir høvdu ongantíð fiska kvotuna. Hann visti bert um ein trolara, sum hevði fiska sina gulllaksa kvotu tað eina árið.

Havi fingið tøl, sum vísa at frá tí at skipini loysa frá kai, til teir eru inni aftur, er trolið umleið helvtina av tíðini í sjónum. restin av tíðini fer við sigling, leiting og liggja bakk. Skipini fiska bert gulllaks frá apríl til oktober.

Aftur til burðardygga útgangsstøði hjá Havstovuni frá 2008-til 2012 tá teir meta og MSC meta at nú er veiðan burðardygd og sum áður nevnt bleiv fiska millum 19- 20.000 tons fleiri av hesum árunum.

Hví setur so Havstovan beinanvegin við tilmæli um at minka veiðuna, og sum í fjør endaði niðri á 13.000 tonsum.

Alt er møguligt verður oftani sagt, men er tað møguligt hjá okkum,  at niðurfiskað ein felags, semipelagiskan gulllaksa stovn, sum strekkir seg frá Norra heilt V um Nova Scotia til George Bank. Við 3 pørum, sum tilsamans hava trolið á havsins botni, umleið 6.500 tímar um árið og gulllaksurin er ein stóran part av tíðini upp frá botni. ?

Kann Havstovan gera neyvar stovnsmeting, á henda stóra fiskastovn, út frá teimum fáu tølunum hjá hesum trimum pørunum sum veiða bert í tríggjar mánaðir um árið

Hvat er grundgevingin hjá Havstovuni fyri at kvotan skal setast niður ?

Havstovan kemur við tilmælið til fiskimálaráðið, og í Fiskimálaráðnum er fult av fiskifrøðingum,  sum skuldu  hugt eftir, um grundgevingarnar sum Havstovan kemur við er ílagið, fyri at seta kvotuna niður.

Vit hava roynt kvotur á botnfiski, Tað riggaði ikki og máttu avtakast mitt í einum kvota árið.

Tað sær út til, at ongin stýring er á gulllaksa kvotunum

Vestmanna 03-02-2017

Eyðun Hansen