Putra svimjandi sporl við sukri

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Sjálvt við feskum sukri stroyddum á onkustaðni, ber illa til at gjøgnumtvinga eina umfatandi skipan við uppboðssølu av fiskirættindum í einum so lítlum samfelag sum Føroyar, har vina- og kenningabond hava so stóra ávirkan.

Tað hevur leingi staðið greitt at tey ið varða av fiskivinnuni í Føroyum og hava sína dagliga gongd í hennara nærumhvørvi, eru alt annað enn glað fyri at hoyra talan um at lýsa fiskirættindini til sølu gjøgnum miðsavnaða uppboðssølu.
Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).
Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Aftan á alt sum er komið fram síðani alment orðaskifti um eina nýskipan av fiskivinnuni av álvara tók seg upp, munu politikarar, og embætisfólk við, hava sæð skriftina á vegginum: sera illa umtókt, ómøguligt at innføra sum varandi skipan. Ábendingar um hetta kunnu eisini lesast millum reglurnar í frágreiðingini “Ein nýggj og varandi fiskivinnuskipan fyri Føroyar” sum kom frá tí sokallaðu Nýskipanarnevndini í oktober 2016.

Tað sum skuldi gerast eitt endaligt grundarlag fyri lóg um uppboðssølu av øllum føroyskum fiskirættindum broyttist soleiðis til eitt upplegg til meira orðaskifti um hendan og aðrar møguleikar.
Eitt gott dømi um víðari viðgerð av evninum er greiningin “Rembingar í fiskivinnupolitikki — tað snýr seg um meira enn bara uppboðssølu” eftir Ásmund Guðjónsson, í Dimmalætting herfyri, har tað eydnast rættiliga væl at opna dyrnar fyri neyðugum umhugsni og breiðari samanhangi.
Álitið hjá Nýskipanarnevndini inniheldur sum vera man fitt av hentum upplýsingum og gevur tilsamans eitt rímiliga gott innlit í hvussu okkara fiskivinna teknisk-búskaparliga er sett saman. Kortini hevur frágreiðingin álvarsligar avmarkingar, ikki minst í manglandi diskussión um hvørjir møguleikar sum finnast fyri fiskivinnuna og hví hvør skipan hóskar best. Einki verður gjørt burtur úr galdandi ‘grandfathering’ princippi, hóast júst hetta er tað sum verður nógv mest brúkt kring heimin. Ístaðin hevur nevndin valt at fyrihalda seg meira strangliga til tann politiskt orðaða setningin um at “útlutingin av fiskirættindunum skal vera marknaðargrundað” — og júst hetta skerjir álitið meira enn gott er.
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo