3.9 C
New York
fredag, januar 15, 2021
Home Tíðindir Toskakvotan hækkar 500 tons

Toskakvotan hækkar 500 tons

Semja millum Føroyar og Ísland um fiskirættindi fyri 2017

HøgniHoydal-2015-redigHøgni Hoydal, landsstýrismaður, var í gjár á fundi við íslendska starvsbróðir sín Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, sum nýliga hevur tikið við sum ráðharri fyri fiskiveiðu og landbúnað.

Veiðimøguleikarnir í 2017 verða at kalla teir somu somu í 2016. Heildarkvotan hjá Føroyum av botnfiski í íslendskum sjógvi verður framhaldandi til samans 5.600 tons, men rættindini at veiða tosk fara upp við 500 tonsum úr 1.900 tonsum og upp í 2.400 tons.

Ein felags fráboðan frá fundinum kann lesast her.

Kelda:fisk.fo

- Advertisment -

Most Popular

Seneste kommentarer