Home Tíðindir Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Klaksvík

Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Klaksvík

by OML

Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík flytur mánadagin 16. januar inn í bygningin hjá Eik Banka á Bøgøtu 1. Feløgini fara í framtíðini at húsast í felagshølum.

Almenn móttøka verður 20. januar, kl. 15.00-17.00. Fyri at veita viðskiftafólkunum í TF Holding samtakinum bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum.

Fyrsta stigið í hesum víðkaða samstarvi er at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak. Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Klaksvík. Øll núverandi starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík fara at halda fram í sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Bøgøtu.

30. januar flytur deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará inn í grannahølini hjá Eik Banka, meðan deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri verður verandi á sama stað.

Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár. N

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.