Óðnarveður herjar um alt landi og nógvir skaðar fráboðaðir

0
1042

Góðu tit øll  – Nú er aftur óðnarvegur og vit fara at heita á tykkum øll um at hugsa tykkum væl um áðrenn tit fara út at ganga ella at koyra.

Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført – har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum….
Vit fráráðað at koyra har í løtuni.

Vit á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni.

Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk www.landsverk.fo ella at trýsta á hesa leinkjuna

Færøernes Politi – 2016-12-25 15:01 GMT