Nýggjur stjóri í Reiðarafelagnum

Føroya Reiðarafelag hevur sett Stefan í Skorini sum nýggjan stjóra í felagnum.

Stefan í Skorini er 36 ára gamal og útbúgvin stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.) frá Københavns Universiteti. Hann hevur áður starvast í m.a. Kringvarpi Føroya, BankNordik, Vinnuhúsinum, Uttanríkistænastuni og Fiskimálaráðnum.

Stefan í Skorini tekur við starvinum í februar mánað.

Føroya Reiðarafelag hevur sum endamál “at savna allar føroyskar reiðarar til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningar á føroyskum fiskiskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna”.

Umframt at standa fyri dagliga virksemi felagsins umboðar stjórin eisini felagið í ymiskum nevndum og ráðum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Føroya Reiðarafelag heldur til í Vinnuhúsinum á Óðinshædd í Havn.

Stefan í Skorini tekur við eftir Herálv Joensen, sum 1. januar 2017 verður aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.