Home Tíðindir 43% av lønunum goldnar av almennum stovnum og fyritøkum

43% av lønunum goldnar av almennum stovnum og fyritøkum

by OML

Ymiskt er hvat verður fatað sum alment og privat. Tað hevur heldur ikki verið so einfalt at býta lønarútgjaldingarnar eftir, hvat er privat og alment, m.a. tí skráirnar hava ikki verið dagførdar til at svara hesum.

Hetta er nú komið upp á pláss, og tí er fyri fyrstu ferð gjørd ein útgreining av lønargjaldingum eftir privata og almenna geiranum, við teim fyrivarnum, ið eru nevnd aftast.

Í 2015 vóru lønirnar beint yvir átta milliardir. Hetta er A-inntøka, sum er flutt um samtíðarskattaskipanina.

Av teimum átta milliardunum rindaði tað almenna, ið er almenn fyrisiting og tænastur, 36% av lønununum. Vinnufyritøkur høvdu størsta partin av lønargjaldingunum við 58% av samlaðu lønini í 2015. Restin er um 7%, og har av áttu fíggjar- og tryggingarfyritøkur tey 4%, meðan húsarhald, felagsskapir og útlond o.a. áttu rest.

 

Allýsingar av fyritøkum, tí almenna, einstaklingavirkjum, felagsskapum o.ø. eru aftast í greinini.
Ræði á stovnum og fyritøkum

Fyri uttan at skipa lønirnar eftir øki, ber eisini til at skipa lønirnar eftir hvør hevur ræðið á fyritøkuni ella stovninum.

Tað eru tríggir møguleikar fyri at hava ræði á stovninum

  • Privat
  • Alment
  • Útland

Privat ræði merkir, at fyritøkan verður stýrd av privatum og er undir innlendskum ræði.

Alment ræði merkir, at tað almenna eigur fyritøkuna, ella størra partin av henni, og harumframt er alt tað almenna eisini undir almennum ræði.

Tað almenna hevur skipað virkir í partafeløg, ofta kallaði almenn partafeløg, og tá hevur tað almenna ræðið á feløgunum. T.d. eru Atlantic Airways og Føroya Tele vinnulig feløg, skipað sum partafeløg men undir almennum ræði. Sama er galdandi fyri (inter)kommunalar stovnar so sum SEV.

Tað eru eisini almennir stovnar, sum eru vinnuligir, sjálvt um teirra rakstur er skipaður á fíggjarlógini, so sum Rúsan og Apoteksverkið. Tað sum er týdningarmikið, tá um tað almenna ræður, er ikki um tað er skipað í stovn ella partafelag, men hvat verður gjørt í felagnum.

Útlendskt ræði merkir, at felagið verður stýrt úr útlandinum. Hetta kunnu verða dótturfeløg hjá útlendskum fyritøkum ella fyritøkur, har eigaraluturin er útlendskur.

Í 2015 rindaðu vinnufyritøkurnar 4,6 millardir í lønum. Av hesum var størsti parturin, 4,1 mia. kr., svarandi til 87%, undir privatum ræði. Meðan tað almenna hevði ræðið á 518 milliónum, svarandi til 11% av lønunum.

Í tí almenna hevði tað almenna ræði á øllum lønunum. Hinvegin eru næstan allar lønir í fíggjar- og tryggingarfeløgum, felagsskapum o.l. undir privatum ræði.

Almenna og privata býtið í høvuðsvinnugreinum

Tá lønirnar verða býttar eftir ræði og høvuðsvinnugrein, sæst at í fiski- og ráevnisvinnu er nærum øll lønin frá privatum vinnufyritøkum, men almenni parturin gerst alsamt størri, jú meira tað nærkast tænastum. Í Byggivinnuni eigur tað almenna 13% av lønini, í privatum tænastuvinnum er býti 22% alment og 78% privat og útlenskt, meðan tað almenna veitir 97% av almennum tænastum.

Í undanfarnu talvu sást, at tað almenna hevði ræði á 518 milliónum í lønum í vinnufyritøkum, og nú tað er skipað eftir høvuðsvinnugrein sæst, at tað almenna hevur 710 milliónir í lønum uttanfyri almennar tænastur. Orsøkin til munin er, at ávísir stovnar hava virksemi í øðrum vinnugreinum enn almenn fyrisiting og tænasta. Eitt nú er Strandferðslan ein flutningsfyritøka, men størri parturin av stovninum verður fíggjaður við játttan á fíggjarlógini. Tískil er Strandferðslan ein almennur stovnur, tí brúkaragjøldini fíggja ov lítið til at tað er vinnuligt. At tað privata veitir almennar tænastur er tí, at útbúgving og heilsa eru almennar tænastur og tí vilja heilsutænastur so sum fysioterapi, og útbúgving so sum koyriskúlar, verða almennar tænastur.


Fyrivarni

Tað er lønir sum føroyskar fyritøkur hava flutt um samtíðarskattaskipanina (afturhaldsskipanina) hjá TAKS, sum er grundarlag undir hesum tølum. Tað merkir t.d., at B-inntøka, fríir ágóðar og pensjónir ikki eru við. Harumframt vinnur føroysk arbeiðsmegi í ávísan mun løn beinleiðis frá útlendskum arbeiðsgevarum, millum annað  hevur sjóflutningur og oljuvinna uttanlands føroyingar í starvi.

Býti á øki, ræði og vinnugrein kann verða merkt av, at hetta er fyrstu ferð almannakunngjørt verður. Tað kann verða avbjóðandi at gera markamót millum, nær feløg og stovnar eru privat, almenn ella útlendsk, og um tey eru vinnulig ella almenn. Væntandi er týdningurin av  hesum tó ikki størri enn so, at tað broytir ikki niðurstøðurnar munandi.
Allýsingar:

Vinnufyritøkur: hetta eru vinnulig feløg, sum eru skipaði við egnum løgligum samleika. Størsti parturin eru parta- og smápartafeløg.

Í 2015 rindaðu vinnufyritøkurnar 4,6 milliardir í lønum. Hetta er 58% av øllum lønunum í Føroyum.

Fíggjar- og tryggingarfyritøkur: Í hagtalshøpi verða fíggjar- og tryggingarfyritøkur skildar frá vinnufyritøkum. Talan er tó um vinnufyritøkur, sum eru skipaðar eins og aðrar vinnufyritøkur. Í 2015 vóru lønirnar í fíggjar- og tryggingarfyritøkum 316 milliónir, hetta er 4% av samlaðu lønunum.

Tað almenna er:

  • Øll almenn fyrisiting og tænasta (m.a. almanna-, heilsu- og skúlaverk)
  • Sosialar veitingar, eisini frá almennum grunnum (her í eisini ALS)
  • Tænastur, sum privat reka men tað almenna rindar fyri (t.d. privatskúlar)

(kelda: Frágreiðing um tað almenna, 2013, Hagstova Føroya)

Allýsingin av tí almenna merkir, at alment vinnuvirksemi er partur av vinnufyritøkum. T.d. Rúsdrekkasøla Landsins og Apoteksverkið. Hesir stovnar reka handil og hava vinning av søluni. Hinvegin eru tað partafeløg, sum verða mett at veita almenna tænastu, t.d. tunnilsfeløgini, og tískil eru tey partur av tí almenna.

Tað almenna er næst størsti útgjaldari av lønum, í 2015 vóru lønirnar hjá tí almenna 2,9 milliardir, sum svarar til 36% av lønunum.

Einstaklingavirkir, húsarhald: Einstaklingavirki eru feløg, sum ikki hava egnan løgligan samleika. Tað er privatpersónurin, sum eigur og rekur felagið, og eigarin fær sína inntøku sum B-inntøku. B-inntøka kemur tó ikki gjøgnum samtíðarskattaskipanina og er tí ikki við í hesi uppgerð. Men einstakligavirki kunnu tó hava fólk í starvi, og tí flyta hesi virkir eisini løn um samtíðarskattaskipanina hjá TAKS. Sum einstakligavirki kunnu nevnast sjálvstøðugir handverkarar, bókhaldarar, kommunulæknar o.s.v.

Einstaklingavirkir eru bert ein viðfáningur av samlaðu lønunum, 50 milliónir, sum er minni enn 1% av lønunum í 2015.

Felagsskapir, ikki vinnuligir: Felagsskapir av alskyns slag, t.d. kirkja og samkomur, fakfeløg, arbeiðsgevarafeløg, ítróttarfeløg o.o. áhugafeløg. Galdandi er, at hetta eru felagsskapir, sum virka fyri húsarhaldini og ikki hava vinning sum mál. Í 2015 vóru lønirnar hjá felagsskapum 126 milliónir, eini 2% av øllum lønunum.

Útlendskir stovnar og ógreinað: Útlendskir stovnar eru almennir stovnar ella felagsskapir sum hava virksemi í Føroyum. Ógreinað eru tey feløg sum ikki er greiða á. Tilsamans er at kalla ongin løn útgoldin í 2015.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.