Fiskimenn eru nú fevndir av dagpeningalógini frá 1. fráverudegi

0
434

Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni um at seta lógina um sjúkratrygd til fiskimenn úr gildi, soleiðis at fiskimenn longu frá 1. fráverudegi skulu verða fevndir av dagpeningaskipanini, er nú samtykt.

Tað hevur við sær, at fiskimenn, sum gerast sjúkir ella fáa skaða eftir 1. januar 2017, bara skulu venda sær til Almannaverkið – og ikki sum higartil fyrst søkja Trygdargrunnin um sjúkratrygd fyri teir fyrstu 75 dagarnar.

Broytingin hevur eisini aðrar fyrimunir við sær. Umsóknarreglurnar eru gjørdar greiðari og lættari, t.d. skulu fiskimenn ikki longur sjálvir útvega sær váttan frá skipara og læknaváttan innan 14 dagar, eftir at teir eru komnir í land. Eisini verða persónar, sum annars í óhepnari støðu ikki høvdu havt rætt til dagpening, fevndir av dagpeningaskipanini, t.d. um teir eru farnir úr starvi, men gerast sjúkir, áðrenn umsókn er latin ALS, og tí í dag ikki hava rætt til hvørki dagpening ella arbeiðsloysistrygging.

Almannaverkið hevur servitan innan almannaskipanir og veitir eina samlaða vælferðartænastu á økinum. Almannaverkið viðger og vegleiðir tí eisini, um tørvur er á øðrum fyriskipanum útyvir endurgjald fyri minsta lønarinntøku, t.d. um tørvur er á tillagaðum starvi.