Home VinnutíðindiAlivinna Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 255 milliónir krónur triðja ársfjórðing í 2016

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost 255 milliónir krónur triðja ársfjórðing í 2016

by OML

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 255 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í 2016 samanborið við 206 milliónir krónur sama ársfjórðing í 2015.

Tøkan av laksi í triðja ársfjórðingi var 10,7 túsund tons, og smoltútsetingin var 3,8 milliónir smolt. Havsbrún keypti 11,0 túsund tons av rávøru til framleiðslu av fiskamjøli og lýsi.

Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:

Bakkafrost hevði samanumtikið eitt nøktandi úrslit í triðja ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi er framvegis høgur, tó eitt vet lægri enn í undanfarna ársfjórðingi, og alivirksemið gav sera gott úrslit. Framleiðslan av liðugvørum hevur trupult við at geva positivt úrslit, tá ið spotprísurin á laksi er so høgur, men nakrir batar eru gjørdir í liðugvøruprísinum í hesum ársfjórðinginum. Framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri gav aftur eitt gott úrslit. Framtíðin er spennandi, nú aling í Suðuroy er vorðin partur av Bakkafrost samtakinum, og vónandi gevur hon okkum nýggjar menningarmøguleikar.

Rakstrarúrslitið hjá alideildini var 294 milliónir krónur, og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri gav eitt rakstrarúrslit áðrenn avskrivingar á 62 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016.

Framleiðslan av liðugvørum hevði eitt rakstrarhall á 47 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016. Eftirsum sølu sáttmálarnir á lidnar vørur ganga yvir langa tíð, hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman higartil í 2016. 280 fólk starvast í hesum parti av framleiðsluni, og útlitini fyri framhaldandi hækkandi søluprísir á liðugvørum eru góð.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 504 milliónir krónur tann 30. september 2016, og samtakið hevði ótroyttar kredittir á umleið 767 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 63% tann 30. september 2016.

ÚTLIT

Marknaður

Prísurin á laksi hevur verið søguliga høgur í 2016 orsakað av minkandi útboði í 2016. Samlaða útboðið av laksi lækkar væntandi umleið 4% í 2016 samanborið við 2015. Saman við einum støðugt stórum eftirspurningi eftir laksi í nærum øllum marknaðum viðførir hetta týðandi hækking av laksaprísinum í 2016. Væntandi hækkar samlaða útboðið av laksi bert umleið 1% í 2017 samanborið við 2016.

Aling

Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Íløgurnar til at framleiða størri smolt fara so við og við at føra við sær, at neyðuga tíðin at ala laks á firðunum styttist. Væntandi fer hetta eisini at lækka lívfrøðiliga váðan og økja um framleiðsluorkuna. Vøksturin í framleiðsluorkuni frá hesum íløgunum fer sum frálíður at síggjast aftur í tøkuni fram til 2021.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2016 er lækkað frá 49.000 tonsum í kruvdari vekt til 47.500 tons í kruvdari vekt. Bakkafrost væntar at taka 56.000 tons í kruvdari vekt í 2017. Bakkafrost væntar at seta 11,5 milliónir smolt út í 2016 og 11,5 milliónir smolt í 2017.

Illgrunin um sjúkuelvandi ILA á einum aliøki hjá Bakkafrost, sum varð fráboðaður tann 14. juli 2016,  vísir týdningin av góðari eini aliskipan, har sjúkufyribyrging verður raðfest høgt. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.

Niðurberjing av laksalús tekur nógva orku og er partur av lívfrøðiliga váðanum. Bakkafrost miðar eftir, at minka sum mest um ella helt sleppa undan nýtslu av kemiskum evnum í vi��gerð móti laksalús.

Liðugvøruframleiðsla

Bakkafrost hevur gjørt sølu avtalur um alla framleiðsluna hjá liðugvørudeildini fyri restina av 2016. Liðug vørur standa samanlagt fyri áleið 43% av mettu sølumongdini fyri 2016. Bakkafrost hevur gjørt avtalur um umleið 50% av framleiðslumálinum hjá liðugvørudeildini í 2017.

Fiskamjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið fyri 2017 hjá ICES av svartkjafti er 1.342 túsund tons, samstundis sum tilmælini fyri sild og makrel eisini eru økt. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi eru góð, og sannlíkindi eru, at framleiðslan økist komandi ár orsakað av hægri kvotum.

Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 80.000 tons í 2016. Treytað av sølu til aðrar kundar kann væntast, at samlaða sølan av laksafóðri verður áleið 85.000 tons í 2017.

Íløgur

Í juni 2016 kunngjørdi Bakkafrost 5 ára íløguætlanina frá 2016 til 2020. Samlaðu íl��gurnar verða 2,2 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at hava eina av mest kostnaðartilvitaðu virðisketunum í alivinnuni, at fremja organiskan vøkstur, økja um liðileikan og lækka lívfrøðiliga váðan, so framtíðar tørvir hjá kundunum verður nøktaður.

Íløgan í nýggja kryvji- og liðugvøruvirkið á Glyvrum er um at vera liðug. Kryvjingin byrjaði í summar og økti virksemið í triðja ársfjórðingi 2016. Liðugvøruframleiðslan skuldi ætlandi byrja í fjórða ársfjórðingi 2016, men er útsett til fyrsta ársfjórðing 2017 fyri at sleppa undan hægsta eftirspurningi eftir liðugvørum, meðan liðugvøruframleiðslan byrjar. Eykakostnaður verður í byrjunartíðarskeiðum, men samlaða íløgan í nýggja virkið fer væntandi at spara Bakkafrost 70-90 milliónir krónur um árið, sum fara st síggjast so við og við frá 2017.

Fígging

Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginogin í mun til samlaðu ognirnar, saman við atgongdini til altjóða fígging, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at gjøgnumføra stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.

Um Bakkafrost:

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri (FOF) er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum, í Kollafirði og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum og í Fuglafirði, meðan alivirksemið er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Samanlagt hevur samtakið 765 fulltíðar starvsfólk.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.