Home Fólk & SamfelagPolitikkur LANDSSTÝRI MÁ SJÁLVT GERA EINA BETRI HANDILSAVTALU VIÐ ES

LANDSSTÝRI MÁ SJÁLVT GERA EINA BETRI HANDILSAVTALU VIÐ ES

by OML

Nú Tjóðveldi loksins hevur uppdagað, at Føroyar mugu hava eina betri handilsavtalu við ES, hevur Danmark skyldina

Edmund Joensen, løgtingsmaður:

Tjóðveldi íspinnur nú eitt mál, sum er ætlað at skapa rumbul millum Føroyar og Danmark, hóast málið onki hevur við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark at gera.

Júst nú koyrir knarrið frá Tjóðveldinum uppá, at ES hevur gjørt eina handilsavtalu við Kanada, ið er betri enn avtalan millum Føroyar og ES. Og hvør hevur skyldina? Jú, tað hevur Danmark sjálvandi, og niðurlagið er, at Danmark er betri við Kanada enn Føroyar.

Álvaratos, hvussu lágt er støðið?

Veruleikin er, at Føroyar hava fullkomið ræði á sínum egna handilspolitikki, og um Føroyar vilja hava eina betri handilsavtalu við ES, so er tað einans upp til 14. september-samgonguna at fara undir tingingar við ES um tað. Tað nyttar onki at skylda uppá Danmark. Poul Michelsen má til arbeiðis, so sum Løgtingið hevur samtykt – einmælt – eftir uppskoti frá Sambandsflokkinum.

Á uttanlandspolitiskum økjum, sum bert viðvíkja Føroyum, eru Føroyar suverenar. Kortini knarrar Magni Arge um, at meira vald má fáast á handilspolitikkinum. Her mugu vit spyrja: hvussu kann man fáa meira vald enn, at vit ráða einsamøl?

Her koma vit aftur til vanligu undanførsluna hjá Tjóðveldinum. Vit mugu ikki síggja møguleikar í nøkrum. Heldur skulu vit bara leita eftir foringum, sum kunnu fjala, at onki kemur burturúr, og at Føroyar – eisini á hesum yvirtikna økinum – so dyggiliga eru afturúrsigldar.

Edmund Joensen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkinum

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.